Lýsing

Eitt virkið og viðkomandi tjóðveldisfelag í øllum Suðurstreymi

Á einum fjølmentum aðalfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var Kristina Clementsen vald til forkvinnu í økisfelagnum í Suðurstreymi.
Kristina er 24 ár og hevur útbúgving vinnubúskapi og verkætlanarleiðslu frá CBS.
Kristina stillaði upp til løgtingsvalið í 2015, og hevði sæti á tingið í tveimum umførum.
– Eg gleði meg at byrja arbeiðið sum forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Við nógvum virknum og ágrýtnum limum og einari góðari nevnd, stendur felagið sterkt. Tað liggur eitt spennandi arbeiði fyri framman, og vit vilja vera eitt virkið og viðkomandi økisfelag í øllum Suðurstreymi.

Bergdís Elsa Gisladóttir og Heini Hátún eru nývald í nevndina.
Jón Kragesteen og Róar Akralíð eru eisini nývaldir eykalimir í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Hini í nevndini eru Gunnar Hjelm og Tórbjørn Jacobsen.

Deil hesa grein umvegis
468 ad