Lýsing

Góðan kvinnudag!

Í dag minnast og takka vit teimum, ið gingu undan at vinna kvinnum javnrættindi – og varpa ljós á, har manglandi javnstøða valdar.

Í tíðarleysu stevnu floksins frá 1948 stendur greitt, at føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

Megnarkvinnur hava altíð myndað flokkin og rørsluna. Flokkurin hevði á sinni tann heiður, at eiga fyrstu tingkvinnuna og fyrstu landsstýriskvinnuna.

Vit eru takksom fyri og errin av øllum teimum, ið myndaðu og sum enn mynda flokkin og samfelagið víðari.

Her síggjast tær kvinnur, ið hava umboðað flokkin í landspolitikki

Deil hesa grein umvegis
468 ad