Lýsing

Veðurlagslóg fyri løgtingið nú

Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um veðurlagslóg. Við eini veðurlagslóg seta vit okkum bindandi mál á umhvørvisøkinum, og vit noyða landsstýrið til at taka støðu til útlátið á hvørjum ári, siga uppskotssetararnir.  

Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum Veðurlagspolitikk Føroya. Ætlanin var at minka útlátið við 20 % áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. 31. desember 2020 gekk hesin veðurlagspolitikkurin út, og málini, ið vórðu sett í 2009, vóru ikki rokkin. Tvørturímóti er útlátið økt við 60 % í mun til ásetingarnar í Veðurlagspolitikkinum. Nú vilja Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava, at ein nýggjur veðurlagspolitikkur gerast, og at hann skal gerast í eini veðurlagslóg. 

– Neyðugt er við einum bindandi politikki, tað vil siga eini lóg, og virkisætlanum, ið vísa leiðina. Tí vilja vit hava eina veðurlagslóg, siga uppskotssetararnir í viðmerkingunum. 

Við eini veðurlagslóg verða veðurlagsmál Føroya lógarásett. Hetta hevur við sær, at eitthvørt landsstýri má fyrihalda seg til veðurlagsmálini. Endamálið við eini slíkari veðurlagslóg er, at útlátið av veðurlagsgassum skal skerjast. Í lógini verður sett eitt mál, ið løgtingið og landsstýrið setur sær fyri at røkka innan eitt ásett tíðarskeið. 

– Veðurlagspolitikkur tekur tíð. Tí er umráðandi at tryggja sær, at arbeiði gongur rættan veg ár um ár. Hetta kann gerast við at seta eina grein inn í lógina, ið ásetur, at virkisætlanirnar hvørt ár verða eftirmettar og tillagaðar, um tað vísir seg at vera neyðugt, og at eftirmetingin verður løgd fram á aðalorðaskifti í løgtinginum, siga tingkvinnurnar. 

Tær vísa eisini á, at ein veðurlagslóg í sjálvum sær ikki loysir trupulleikan, men at lógin setir karmarnar fyri málunum. 

– Við eini veðurlagslóg verður málið um skerjing bindandi í tann mun, at tað ikki kann skúgvast til viks, eins og eitt nú undanfarna mál í Veðurlagspolitikki Føroya frá 2009. Við at áseta eitt mál fyri skerjingini av vakstrarhúsgassum í lóg krevst, at sitandi landsstýri tekur støðu til tað. Hetta kann gerast við at seta politisk átøk í verk, ið eru í tráð við málið, ella við at avtaka ella broyta lóggávuna. Tað fer ikki at bera til at lata sum onki, tí avgerðir skulu takast í mun til útlátið av vakstrarhúsgassum á hvørjum ári, siga Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnur fyri ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. 

Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, og uppskotssetararnir vænta, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa allar flokkar at taka undir við tí.  

Deil hesa grein umvegis
468 ad