Lýsing

Hvat billa tit tykkum inn í danska fólkatinginum – og í landsstýrinum?

So fingu vit – Føroya fólk – boð um umvegis fjølmiðlarnar at Danmark skal seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli. Vit verða brúkt sum finnur í einum hernaðarpolitiskum talvi hjá dønum og øðrum tjóðum og kunnu gerast bumbumál. Okkara viðurskifti við onnur lond – og okkara samráðingarstøða í týdningarmiklum málum – verða undirgrivin.

 

Føroya Løgting veit hvørki eitt ella annað – og er als ikki eftirspurt. Á fólkatingi ganga tvey umboð vald úr Føroyum, sum vita meira um hesa avgerð hjá donsku stjórnini enn okkara fólkavalda ting. Tey eru partar av donskum flokkum, sum hava tikið avgerðina, og tað hevur ikki hvøtt úr teimum.

 

Og Føroya landsstýri hevur sitið tigandi og nikkað og bukkað, meðan tey tosa um eitt trygdarráð fyri Føroyar – har Løgmaður, Jenis og Jørgin eru trygdin!

 

Í hesi vikuni skuldi uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um, at bert Føroya fólk og Føroya Løgting kunnu taka avgerðir um hernaðar- og trygdarmál í Føroyum hava fyrstu viðgerð. Tað hevur formaðurin flutt til næstu viku.

 

Í uppskotinum hjá Tjóðveldi verður m.a. víst á, at Danmark bara uppá fá ár – frá 1976 til 1989 – spart 30 milliardir krónur við at brúka føroyingar sum handilsvøru í sínum uttanríkis- og hernaðarpolitikki. Hetta er skjalprógvað í skjølum hjá landsstýrinum.

 

Eisini verður í uppskotinum hjá Tjóðveldi víst á, at Løgtingið áður hevur staðið saman um at mótmæla hernaðarútbygging í Føroyum og hevur mótmælt at draga føroyingar inn í vápnadubbing millum stórveldini.

 

Nú vóna vit, at allir flokkar standa saman um at sláa nevan í borðið og boða frá: Vit finna okkum als ikki í hesi framferð. Í Føroyum býr fólk. Tað eru vit, sum búgva og virka í Føroyum, sum eiga allan rættin og avgerðirnar um, hvat verður gjørt í okkara landi, okkara sjógvi og í okkara loftrúmi.

 

Høgni Hoydal

Formaður í Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad