Lýsing

VÆLAFTURKOMIN PÁLL og TAKK KRISTINA

Fyrsta februar var fyrsti arbeiðsdagurin hjá Kristinu Háfoss , sum stjóri í Norðurlandaráðnum. Vit eru errin av, at hon er fyrsti føroyingur í starvinum og vit ivast ikki í at Kristina fer at styrkja alt norðurlendskt samstarv og vinna Føroyum virðing á hesum palli.
Stórur saknur verður í hennara dygdum og politiska arbeiði fyri einum sjálvberandi búskapi og rættvísum samfelag.
Samstundis hevur Páll Á Reynatúgvu tikið sæti á tingi, sum fyrsti varamaður. Páll hevur fyrr verið løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður. Tað verður gott at hoyra og síggja hann aftur á tingsins røðarapalli.
Hjartaliga vælafturkomin Páll og góðan arbeiðshug. Tað er gott at hava teg aftur á tingi, í tænastu fyri fólk og tjóð!

Deil hesa grein umvegis
468 ad