Lýsing

Nýggjan strandfaraflota um fá ár

Tjóðveldi hevur skotið at fara undir at endurnýggja strandfaraflotan, og byggja fýra nýggj strandfaraskip komandi seks árini. Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotini hjá Tjóðveldi til verklagslóg og játtan til hesar nýbygningar. 

Strandfaraskipini eru flestøll gomul; fleiri av ferjunum eru omanfyri 40 ár, og onkur teirra enntá 50. Skulu treytirnar at liva og virka verða eins kring landið, er eitt gott og dagført ferðasamband ein fortreyt. Borgarar í oyggjunum uttan vegasamband eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær tíðarhóskandi skip.

Tí eiga allir flokkar á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri endurnýggjan av strandfaraflotanum. Ætlanin má byggja á breiða semju, so hon verður framd, uttan mun til, hvør samgonga er. Júst sum gjørt hevur verið við undirsjóvartunlarnar.

Í langtíðarætlanini hjá samgonguni verður ikki farið undir at smíða nýggja ferju fyrr enn í 2025, tað er eftir hetta samgonguskeiðið. So leingi kunnu vit ikki bíða! Leisturin hjá Tjóðveldi leggur upp til, at Løgtingið longu í ár setur 30 mió. kr. av til endurnýggjan og 60 mio. kr. av árliga komandi fimm árini. Soleiðis kunnu fýra ferjur verða bygdar innan seks ár, og harvið fyrsta stigið at endurnýggja SSL-flotan fremjast.

  • Vit brúka hundraðtals milliónir uppá tunlar og vegir, og mugu eisini kunna semjast um íløgur í nýggj skip, so smærru oyggjarnar fáa tíðarhóskandi ferðasamband. Nýggjar ferjur fyri tær gomlu er tó bert ein partur av loysnini, tí nøktandi túratal má eisini vera til allar oyggjarnar, skulu treytirnar fyri at liva og virka á útoyggj verða nøkulunda tær somu, sum aðrastaðni í landinum, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna.  

Grønan og føroyskan flota

Arbeiðið at smíða nýggju ferjurnar eigur í størst møguligan mun at verða gjørt í Føroyum. Tað vil skapa virksemi og arbeiðspláss, menna førleikar og geva oyggjabúgvum ferjur, sum eru sniðgivnar og smíðaðar júst til endamálið at sigla millum oyggjarnar her.

Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at tær siga við umhvørvisvinarligum brennievni.  

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X