Lýsing

Í FØROYUM SKULU FØROYINGAR RÁÐA – OG TAÐ SKAL IKKI VERA EITT BROTSVERK

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot, har latið verður upp fyri, at fólk, ið arbeiða fyri loysing, skulu kunna revast, tí hetta er ímóti donskum áhugamálum.

Grein 98 í uppskotinum sigur:

”Tann, sum fremur eina gerð, ið miðar eftir við útlendskari hjálp, við valdsnýtslu ella við hóttan um valdsnýtslu at loysa ella leggja Føroyar ella partar av Føroyum undir fremmant vald, verður revsaður við fongsli í upp til lívstíð.”
Vit eru fleiri, sum arbeiða fyri at fyri at loysa Føroyar, – at leggja Føroyar undir føroyskt vald. Skulu øll loysingarfólk í Føroyum nú revsast? Vit arbeiða jú als ikki fyri donskum áhugamálum, og vit arbeiða, – sambært hesum uppskotinum -, ímóti trygdini hjá danska statinum, tí vit vilja loysa Føroyar og leggja tað undir føroyskt vald.
Eg veit væl, at tað stendur við valdsnýtslu ella hóttan um valdsnýtslu. Men hvat er valdsnýtsla? Vit í tinginum skulu eitast at hava vald. Og tað valdið fari eg at royna at brúka til at loysa Føroyar. Er tað ein brotsgerð at brúka tað valdið, ið Føroya fólk hevur givið okkum til at loysa Føroyar og leggja Føroyar undir føroyskt vald?

Loysingarfólk eru í flestu flokkum í Føroyum. Tí má Løgtingið má ikki samtykkja henda partin um loysing og annað, tí so gera tit øll loysingarfólk í Føroyum til møgulig brotsfólk.

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, – og tað skal ikki vera eitt brotsverk.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad