Lýsing

Vit vilja útbúgva fleiri røktarstarvsfólk og námsfrøðingar!

Hetta árið hevur víst okkum, hvussu umráðandi hesir fakbólkar eru. Hvussu týdningarmikið tað er at hava væl útbúgvið fólk at vera um okkara børn, okkara sjúku, okkara eldru og tey við serligum tørvi.

Tí hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið, um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk – tað eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Eisini hava vit lagt uppskot fram um at útbúgva fleiri námsfrøðingar.

Tað er ein stórur tørvur á útbúnum starvsfólki innan hesi økini, og tí er umráðandi at útbúgva fleiri fólk. Føroya Pedagogfelag hevur til dømis víst á, at tað mangla áleið 500 námsfrøðingar.

Undir viðgerðini førdi Tjóðveldi eisini fram, at umframt útbúgving, so mugu allir hesir starvsbólkar hava eina góða løn. Tí tað skerst ikki burtur, at lønin eisini hevur týdning fyri hvat starv fólk velja.

Deil hesa grein umvegis
468 ad