Lýsing

Bjørt Samuelsen nývald í starsnevndina í Tjóðveldi

Tingmanningin hevur valt Bjørt Samuelsen í starvsnevnd Tjóðveldis.
Hetta bleiv gjørt á fundi í tingbólkinum, eftir flokstingið, sum var 31. oktober.

Starvsnevndin virkar við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Starvsnevndin tekur sær av politiskum málum og uppgávum, sum taka seg upp millum fundirnar í aðalstjórnini.
Í starvsnevndini eru:

Høgni Hoydal, floksformaður
Sirið Stenberg, næstformaður
Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna
Bjørt Samuelsen, umboð fyri tingmanningina
John Dalsgarð, starvsnevndarlimur
Rókur Herup Olsen, umboð fyri Unga Tjóðveldi
Olga Fossdalsá, peningarøkil

Deil hesa grein umvegis
468 ad