Lýsing

Nú er ferslutrupulleikin í miðbýnum loystur – og fluttur út á landavegin!

Eg mundi svíma í morgun, tá eg koyrdi dóttrina í skúla. Eg var farin í góðari tíð heimanifrá og kom ov seint til arbeiðis kortini. Eg koyrdi úr bilkø til bilkø.

Ja, ja… Har er vegarbeiði (aftur) –Tað verður betur (til tíðir). Eg angraði at vit vóru farin við bil.

Eg fór at hugsa um kanska onnur høvdu tað sum eg. Hví ganga vit ikki bara? Hví súkkla vit ikki bara? Tað kann eg gott fortelja tær. Tí vit eru magelig. Tað er nemt!

Hvussu var, um vit gjørdu tað nemt at ganga og súkkla?

Tað letur seg væl gera við at brúka nudging. Nudging er at framkalla atburð, sum fólk longu ætla sær, men ikki gera tí eitt hvørt forðar.

Lendisgøturnar:

Í Havn eru eitt ótal av lendisgøtum. Tær finnast á torshavn.fo, men um tú gongur forbíð eina veit tú kanska ikki at hon er har ella hvar hon fer. Hetta hevði loyst seg við at gera tær sjónligar við skeltum, ljós tá tað skýmur, borð og benkur at uppihalda sær har og kanska ein hugleiðing um gróðurin á gøtuni.

 

Súkklubreyt:

Gamaní eru fleiri súkklileiðir. Men hvar eru súkklurnar? Og hví fann eg ikki súkkluparkering í Skúlanum á Fløtum?

Eg síggi fyri mær at súkklur fáa framíhjárætt í ferðsluljósinum, at tær eisini vóru vælkominar á lendisgøtunum og at súkkliparkering gjørdist sjónligari.

So loysa vit ein part av ferslutrupulleikanum, ein bil fyri annan eftir.

Katrin Jacobæus,

valevni fyri Tórshavnar kommunu, Tjóðveldi

Katrin Einarsson Jacobæus

Deil hesa grein umvegis
468 ad