Lýsing

Frítíðartilboð til ØLL ung – verkstaðir og filmshús til kreativ ung!

Hóast eg sjálvur altíð havi verið virkin í ítrótti og framvegis brúki nógva tíð til sjálvboðið arbeiðið í ítróttarfelagsskapum, so ásanni eg, at tað eru ikki øll ung sum tíma og kenna seg heima í einari høll ella á einum vølli.

Tey ungu, sum í dag ikki eru partur av ítróttarfeløgunum hava ov fá tilboð í Tórshavnar Kommunu.

Vit hava nógv ung sum hava hug og hegni til handverk og list. Eisini hava vit eitt spennandi filmsumhvørvi í býnum, sum fær ov lítið av stuðli í dag, hóast kommunan hevur roynt at stuðla undanfarnu árini.

Eg vil, at kommunan stuðlar Filmshúsinum munandi fíggjarliga, so filmsumhvørvið veruliga kann fáa fótin fyri seg í Tórshavnar Kommunu. Digitalir miðlar eru framtíðin, og vit hava lista- og filmsfólk, sum kunnu gera hetta til eitt spennandi frítíðarítriv og eisini til eina spennandi og mennandi vinnu.  Okkara ungu, sum í dag nýta ov nógva tíð framman fyri skíggjum, kunnu læra at nýta hesar miðlar skilagott og mennandi í staðin fyri passivt og avmarkandi.

Umframt filmshús/filmsverkstaðir so er stórur tørvur á einum kreativum verkstaði til ung har møguleiki er fyri ymsum handaligum arbeiðið eitt nú við træ, leir, glas , seyming osv. Eitt felagshús har maskinur og tilfar er, og har ein kann koma og arbeiða og fáa vegleiðing frá kønum fólki og vera saman við øðrum ungum við handaligum og kreativum áhugamálum. Eg veit, at vit hava kvøldskúlan, men betri er, um tað ikki eru so fastir karmar og tíðir, so ung kunnu koma og fara eftir tørvi.

Um vit harafturat løgdu eitt slíkt felagshús saman við einari ítróttarhøll so kundi vit fingið ein felagsskap millum ung sum íðka ítrótt, og ung sum hava betri hug til handalig og kreativ ítriv. Á henda hátt kunnu vit skapa rúmd fyri, at tey ungu, sum ikki kenna seg væl í høll ella á vølli, verða partur av einum enn størri felagsskapi.

Allar íløgur í mennandi frítíðarvirksemi til ung løna seg fleirfalt aftur, tí trivnaður millum ung kemur ikki av sær sjálvum, og tá ung ikki trívast, kann tað gerast sera kostnaðarmikið seinri í sosialum avbjóðingum fyri kommunu og land.

Gunnar Djurhuus, valevni fyri Tjóðveldi á lista E

Gunnar Djurhuus

Deil hesa grein umvegis
468 ad