Lýsing

EIN KÓS MÓTI MATFULLVELDI

Vit skulu seta okkum sum mál at fáa matfullveldi í Føroyum, og í størstan mun verða sjálvveitandi við dygdar landbúnaðarvørum. Vit skulu minka um innflutningin av øllum matvørum, ið vit framanundan framleiða í Føroyum.
Vit skulu serliga framleiða fleiri dygdargóðar, staðbundnar grønmetisvørur umframt landbúnaðarvørur og sjógætisvørur til føroyska brúkaran. Um vit keypa lokalt framleiddan mat, stuðla vit burðardygga samfelagsbúskapinum. Tøl frá 2017 vísa at vit innfluttu fyri 80 mió. kr. árliga av rótum, fruktum og
grønnmeti.
Tað skal gerast eins vanligt at keypa og eta føroyskt grønmeti, sum at keypa og drekka føroyska mjólk. Stuðulin til føroyska grønmetisframleiðslu eigur somuleiðis at verða øktur munandi.
Okkara føroyska matmentan við kjøti, fiski og epli skal samantvinnast nógv meira við vælsmakkandi, mettandi, spelkna og litríka grønmetinum, ið spríkir upp úr moldini júst hesa ársins tíð. Hetta gagnar bæði búkinum, pengapunginum og umhvørvi okkara.
Føroysku matvøruhandlarnir, heilsølurnar og matstovuídnaðurin skulu eggjast til at selja nógv fleiri føroyskar rávørur soleiðis, at føroysku matvørurnar gerast meira atkomuligar hjá brúkaranum.
Vit skulu í Tórshavn menna eitt veruligt mattorg við tí endamáli, at føroyskar rávørur og framleiðsla skulu kunna keypast av øllum borgarum hvønn dag alt árið.
Fyri at lyfta støðið, skulu strangari krøv setast til føroyskar mat- framleiðarar í sambandi við vørumerking soleiðis, at føroyski brúkarin veit við vissu, hvat vøran inniheldur, og yvirromantisering av vørulýsingum og vørumerking skal steðgast. Álitið til føroyska framleiðslu skal hinvegin styrkjast so vit heldur velja føroyskt.
Snorri Patursson
 
Valevni Tjóðveldis til kommunuvalið í Tórshavn

Snorri Patursson

Deil hesa grein umvegis
468 ad