Lýsing

Bygdirnar – óslípaðu gimsteinarnir í kommununi!

Tórshavnar kommuna er seinastu 50 árini ríkað við ikki minni enn 11 bygdum og 3 oyggjum. Henda samanlegging av flestu bygdunum í Suðurstreymoy í eina kommunala eind, er á summum økjum hepnast væl, men enn eru øll viðurskifti ikki optimal. Her skulu støðug tøk takast fyri at tryggja, at øll hava nøktandi umstøður at liva og virka undir.

Hetta eigur fyrst og fremst at verða gjørt soleiðis, at hvør bygd og býarpartur skal hava sína egnu samtyktu bygda-/býarætlan, har øll viðurskiftini eru viðgjørd um bygging, trivnað, lendi, vinnu, umhvørvi o.s.fr.

Men hartil eru nøkur átrokandi mál, sum mugu loysast fyri bygdirnar í kommununi:

Flutningur til og frá bygdunum: Bussleiðin er frálík, men enn ikki nøktandi fyri bygdirnar og økini uttan um Havnina. Nýggj ferðaætlan skal gerast – har rutur verða umlagdar og títtleikin og neyvleikan bøttur, so serliga børnini kunnu koma til og frá í sambandi við skúla og frítíðarvirksemi.

Annað er flutningur til oyggjarnar. Her skal kommunan áhaldandi samskifta við landsins myndugleikar og Strandferðsluna um flutningin til Nólsoy, Hest og Koltur soleiðis, at farleiðirnar verða brúkiligar fyri fólkið í oyggjunum.

Í fleiri av bygdunum er sjálvt vegasambandið ikki nøktandi. Fleiri av vegunum er ov smalir, illa farnir og í summum førum vandamiklir. Her kann m.a nevnast vegurin til Kaldbaks, vegurin til Kirkjubøar, niðari vegur á Velbastað og so útkoyringin frá Hvítanesi og út á mest trafikeraða vegin í landinum. Hetta skal rætt og slætt orðnast! Nakrir av hesum vegum og útkoyringum eru ábyrgd hjá landinum, og kommunan skal krevja loysnir frá Landsverki og landinum sum skjótast.

Nýggjar útstykkingar: Eftirspurningurin eftir nýggjum útstykkingum í kommununi er alstórur, bæði tá ið talan er um sethús og íbúðir. Kommunan eigur at vera munandi virknari hesum viðvíkjandi, og ikki altíð vera eftirbátur. Nógvar av bygdunum ynskja alternativa íbúðarbygning, har tað er møguligt at flyta úr størri sethúsum og flyta í minni íbúðir. Loysnin við lutaíbúðum fyri ein rímiligan penga, sum Vágs Kommuna er í ferð við, er sera ítøkilig og eigur at brúkast her eisini.

Tað er eisini sera umráðandi, at kommunan hugsar eldraíbúðir/-heim inn í lokalu økini soleiðis, at eldri fólk ikki skulu flyta úr sínum heimliga umhvørvi, men kunnu njóta síni eldraár í kendum og tryggum umhvørvi.

Vanligt viðlíkahald: Vantandi viðlíkahald av ognum hjá kommununi so sum vegir, bygningar og økir er ein vælkendur trupulleiki. Ofta verður sagt, at politikarar ganga nógv hægri uppí, at játta pening til nýgerð enn til viðlíkahald av tí gamla. Hesin hugburður hevur valdað leingi í kommununi og er avleiðingin tann, at  eitt stórt “eftirsleip” er bygt upp ár eftir ár. Seinastu fýra árini hava politikarar tó givið hesum ans og er játtanin til viðlíkahald vaksin nógv hesi ár. Vit eru tó ikki komin á mál, og vil arbeiða fyri, at játtanin økist enn meiri.

Trivnaður: Trivnaður er kanska eitt “forjabbað”hugtak, sum er nógv brúkt í hesum valstríðnum, men tað gevur tí ikki minni týdning. Trivnaður skal skapast lokalt í smærru býlingunum í kommununi – antin tað er í bý ella bygd. Kommunan skal vera ein sjónligari viðspælari og saman við fólkunum á staðnum skapa tær heilt grundleggjandi trivnaðarumstøðurnar. Barnagarð, skúla, felagsøkir og fríøkir, høli til ítrótt og frítíð og mentan, eldrarøkt, umstøður til innløgu av sjógvi og landi o.s.fr.

Vinarliga

Gunnar Djurhuus,

valevni Tjóðveldi

 

Gunnar Djurhuus

Deil hesa grein umvegis
468 ad