Lýsing

Við nýggjari orku móti málinum

Yvirlýsing frá flokstinginum hjá Tjóðveldi, 31. oktober 2020

Vit skulu stríðast fyri at skipa fullveldi á øllum økjum. Frá heilsuverki til skúlaverk, hægri útbúgving, løgreglu, fíggjarviðurskiftum, sosialum rættindum – til fullveldi hjá tí einstaka í gerandisdegnum, til rættindi hjá minnilutabólkum og til rættin til egnan bústað.

Vit skulu hava búskaparligt og fíggjarligt fullveldi. Longu nú eru vit farin eina milliard skeiva vegin við hesi samgonguni. Vit skulu miðvíst vísa á, hvussu vit sleppa okkum av við blokkstuðulin og fíggja eitt føroyskt vælferðarsamfelag, har ikki bert vanligi løntakarin skal fíggja allar vælferðarskipanir, men har vit eisini fáa inntøkur fyri rættin at troyta tilfeingi.

Vit skulu hava fullveldi í orku-, umhvørvis- og veðurlagsmálum – og fremja føroyskar loysnir í at gera Føroyar til samfelag við 100% grønari orku og at vera fremst í náttúru- og burðardygd, endurnýtslu og ruskskiljing.

Vit skulu tryggja sosialt fullveldi við at skapa rættvísari lønarviðurskifti og javnstøðu við at lyfta láglønarbólkar. Bæði fast- og tímalønt, námsfrøðingar, hjálparfólk, heilsurøktarar, vaskifólk, og starvsfólk innan røkt og sosiala økið sum heild. Ikki minst sjúkrarøktarfrøðingar, sum í løtuni stríðast fyri rættvísari løn.

Øll skulu hava ráð til ein gerandisdag. At økja um útreiðslurnar og samstundis nokta fólki eina løn at liva av, er ikki virðiligt.

Vit skulu skapa javnar kappingartreytir fyri allar vinnur og hjá smáum og miðalstórum fyritøkum, eins og bestu treytir fyri íverksetan.

Vit skulu skapa gróðrarbotn fyri fjøltáttaðari og skapandi vinnu, sum grundarlag undir einum sterkum og tryggum búskapi.

Vit skulu steðga spekulatión við fiskirættindum, fáa útlendskan ognarskap út, skapa atkomiligheit og tryggja eina rættvísa skatting av framíhjárættinum.

Vit skulu tryggja rættindini hjá brúkaranum á okkara felags skipanum sum SEV og Føroya Tele.

Vit skulu tryggja mentanarligt og málsligt fullveldi við einum tjóðarskaparligum megnartaki til at styrkja føroyska málið á øllum økjum í talgilda heiminum og at menna mentanina, listina, savnsøkið og føroyskar miðlar.

Vit skulu tryggja fullveldi í umstøðunum hjá fólki kring landið, so samferðsla, skúli, vinnumøguleikar, mentan og frítíð –  og ikki minst bústaðarmøguleikar eru rættindi hjá fólki á øllum plássum.

Vit skulu tryggja fullveldi í øllum uttanríkis- og hernaðarpolitikki, nú øll síggja, at Føroyar liggja sum ein stórhavstjóð og sum ein miðdepil í Norðuratlantshavi og Arktis. Ikki minst eftir Brexit, og við áhuganum fyri hernaðarstøðum og ætlanum um hernaðarradara í Føroyum, umframt trýstið á televeitararnar. Tað skulu bert vera føroyska fólkið og føroyskir myndugleikar, ið gera avtalur við heimsins stórveldi og aðrar tjóðir um samstarv og alt tað, sum skal henda í Norðurhøvum.

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X