Lýsing

Høgni Hoydal: Formansrøða til Flokstingið hjá Tjóðveldi í Tórshavn 2020

LEINKI TIL STROYMIN: https://fb.watch/1t88f49zga/

 

Fullveldi á øllum økjum!

  • Vit skulu reisa okkum og byggja upp eina sterka og hjartaliga tjóðveldisrørslu í Føroyum

Góðu tjóðveldisfólk úr øllum landinum!

Eg eri ómetaliga errin av at vera tjóðveldismaður. Av øllum tí, sum Tjóðveldisflokkurin og tjóðveldisrørslan byggir á og stendur fyri. Av øllum tí, sum kvinnur og menn – ung, tilkomin og eldri – hava bygt upp og stríðst fyri gjøgnum ein mansaldur. Saman í flokkinum og rørsluni. Og saman við fólki úr øðrum flokkum, feløgum og felagsskapum. 

Eitt lið av fjølbroyttum og litføgrum fólki úr hvørjari oyggj, hvørjari bygd, hvørjum býi og hvørjum plássi í landinum. Við ymsari sosialari bakgrund og royndum og størvum í samfelagnum. Við ymsum persónligum hjartamálum, persónligari trúgv og serligum eyðkennum. 

Men saman um eina felags hugsjón fyri landið og tjóðina: At vit skulu byggja einar fult sjálvstøðugar Føroyar, sum eru javnsettar og samstarva beinleiðis við aðrar tjóðir í heiminum. Og at hetta má og skal byggja á, at tjóðin – sum er fólkið – hevur fult fólkaræði og valdið í landinum. At ongin serstøk stætt, einstaklingur ella bólkur av fólki í landinum hevur framíhjárætt til valdið ella ríkidømið í landinum. 

Men hinvegin, at øll fólk í landinum hava somu rættindi og skyldur. Somu rættindi og møguleikar at smíða sær eydnuna góða. Somu rættindi, skyldur og møguleikar at velja, virka og verða vird í hesum einastandandi landi – uttan mun til uppruna, húðalit, trúgv, kyn, sannføring ella kynsligan samleika. Uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim við kropsligum og sálarligum eyðkennum og avbjóðingum. Og uttan mun til sosialu og fíggjarstøðuna hjá okkara foreldrum og familjum. 

Ja, styttri sagt: At tjóðin skal hava fullveldi, og at hvør hevur rætt til fullveldi á sínum egna lívi og til at skapa sær møguleikar saman við øðrum. Hetta kunnu vit bert tryggja saman í einum samfelag. Í einum samhaldsføstum samfelag við fólkaræði, rættartrygd og javnstøðu millum fólk. Tað eru amboðini til at tryggja, at tað tjóðskaparliga frælsið hongur óloysiliga saman við tí persónliga, sosiala og vinnuliga frælsinum.

Hetta er okkara grundhugsjón og okkara viti, sum vit stýra eftir, í øllum tí ítøkiliga politikki, vit skulu fremja í gerandisdegnum: Fullveldi á øllum økjum!

So nógvar kvinnur og menn hava gingið undan í hesum dagliga strevi, og vit hava ein dýran arv at lyfta. Tey skulu vit altíð hava í hjørtum okkara. Síðani vit hittust saman á flokstingi seinast, eru menn og kvinnur, sum ikki longur eru millum okkara her á fold. Og eg fari, sum siður er, at heita á flokstingið um, at vit reisa okkum og minnast hesi føgru fólk við mildum tankum, virðing og takksemi. 

Vit standa aftur í einum søguligum gloppi

Góðu felagar!

Tað er hent sera nógv í føroyskum politikki og í føroyska samfelagnum, síðani vit hittust í Hovi í fjør. 

Vit hava verið ígjøgnum tvey val, har vit gingu aftur. Vit hava aðra stjórn í landinum, sum hevur heilt aðra politiska leið og hugsjón, enn Tjóðveldi stríðist fyri. Vit eru í eini heimsfevnandi korona-farsótt, sum hevur broytt so nógv her heima og um allan heim. Og hetta gevur okkum heilt grundleggjandi politiskar avbjóðingar. 

Sum í øllum kreppum, liggja samfelagsviðurskifti og broytingar knappliga víðopin. Viðurskifti í okkara gerandisdegi og samfelagsskipanir, ið vit hava hildið verið sjálvsøgd ella hildið ikki kunnu broytast, verða nú broytt og eru møgulig at broyta. 

Vit eru í einum søguligum gloppi í heimssøguni og í framtíðini hjá hvørji einstøku tjóð. Har alt veldst í øllum um, hvussu vit sjálv takkla støðuna og hvussu vit sjálv fremja broytingar í slíkum kreppustøðum. 

Fyri at siga tað eitt sindur fýrkantað: Megna vit at standa saman og byggja upp í komandi tíðum sambært okkara virðum og hugsjónum? At broytingarnar bera fram móti tí samfelag, vit ynskja at skapa? Ella verður bara brotið niður, spjatt, hvør er sær sjálvum næstur og tey sterkastu vinna? Ella reka vit bara við streymum og rákum, lata onnur taka avgerðirnar og vóna tað besta?

Tað er her vit standa sum tjóð í heimssamfelagnum. Tað er her vit standa sum føroyskt samfelag. Tað er her vit standa sum flokkur og rørsla:

Megna vit at byggja upp saman til eitt frælst og sjálvstøðugt samfelag fyri øll? Ella verður brotið niður, felags mál og virðir spjadd – og valdið og møguleikarnir savnaðir á enn færri hondum?

Tíð til sjálvrannsakan og endurbygging

Eins errin eg eri av at vera tjóðveldisfólk, eins nógv lasti eg meg sjálvan fyri ikki at hava megnað at styrkt flokkin og rørsluna seinastu árini og til seinastu valini. 

Vit áttu – eisini eftir fýra ár í landsstýrinum – at havt staðið sterkt, lagt afturat, breiðkað og skapt áhuga og drívmegi hjá fólki at savnast um og tikið lut í Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldisrørsluni. Tí eftir mínum tykki er ongantíð størri tørvur á tí enn nú – og vit eiga at hava allar møguleikar at ganga fremst við tjóðveldispolitikki í øllum samfelagnum.

Vit hava havt og hava knasandi dugnalig og eldhugað tingfólk, kommunupolitikarar, tjóðveldisfeløg, limir og sjálvboðin allastaðni. 

Men vit hava mist undirtøku til bæði løgtingsval og fólkatingsal seinast. Eg haldi, at bæði á løgtingi og á fólkatingi gjørdu okkara tingfólk eitt einastandandi og ósjálvsøkið arbeiði fyri alt samfelagið í undanfarna valskeiði. Og eg takki Annitu á Fríðriksmørk, Pálli og Reynatúgvu, Katrini Kallsberg Óluvu Klettskarð, Magna Arge, Paula Petersen, Ingolfi Sólheim Olsen og Peturi Háberg, sum saman við Bjørt, Sirið og Kristinu tóku so stór tøk á tingi, á fólkatingi og í landsstýri saman við øðrum í seinasta valskeiði – undir sera truplum umstøðum. Somuleiðis beri eg eina hjartans tøkk til øll okkara valevni, valfeløg og stuðlar kring landið – og til Unga Tjóðveldið – sum gjørdu og gera alt fyri at verja, stuðla og vinna flokkinum undirtøku, hóast mótgang. 

Eisini vil eg bera eina serstaka heilsan til øll tykkum úti í kommununum, sum hava gjørt eitt so gott arbeiði fyri tykkara kommunu, fyri lokala fólkaræðið og alt landið við grundvirðunum hjá tjóðveldisrørsluni – og tykkum mongu, sum nú bjóða tykkum fram til kommunuvalið 10. november. 

Góðu tjóðveldisfólk!

Vit eru undir mínari leiðslu vorðin partur í einari spjaðing millum fólk og samfelagsbólkar í landinum – og pláss í landinum. Har okkara uppgáva er at savna fólk og minka gjáirnar í hesum landi til frama fyri at byggja sjálvstøðugt land og fólk. Og vit eru nógvastaðni, har sum eg samskifti dagliga við fólk, komin í ringt orð og eru fyri sterkum atfinniningum, hóast so nógv siga seg taka undir við okkara málum og hugsjónum.

Tað, sum eg hoyri oftast er, at vit eru ov fjar, ov akademisk, ov langt frá gerandisdegnum kring landið, lurta ikki, eru ov “gamaldags” og “tjóðveldislig í orð og tal” – ja, eru ov teknisk og innviklað og tykjast arrogant fyri fólki. Og so fái eg sjálvandi hvassar støðugar, hvassar atfinningar um tað, sum vit ikki megnaðu at fremja í undanfarnu samgongu ella ikki gjørdu nóg væl og beinleiðis gjørdu skeivt.

So kunnu vit sjálvsagt halda, at nógv er órættvíst og bygt á fordómar ella á tey spjaldur, sum onnur seta á okkum allatíðina. Og eg skal viðganga, at ofta havi eg hug at fara í verjustøðu og gerast firtin og leita til sjálvrættvísi og umberingar.

Men tað nyttar onki og byggir onki upp! Vit noyðast at taka alt hetta í djúpasta álvara, lurta, gera broytingar og byggja upp av nýggjum. 

Vit skulu og mugu reisa okkum og savna fólk um at arbeiða í felag saman við okkum. Fáa hjørtuni og gerandisdagin við í øllum sum vit gera. Hava yvirskot og sjálvspei og sannføring í øllum tí, sum vit standa fyri og tí, sum vit fremja.

Uttan at missa okkum sjálv burtur og bara lata onnur fortelja søguna um okkum, og hvat vit vilja og gera. Vit skulu sanniliga heldur ikki lata okkum trumla longur av grovum álopum frá øðrum flokkum. Fara í verjustøður ella lata okkum kýsta, har vit hava okkara góðu søgur og avrik at berjast fyri og vera errin av. Vit skulu rætt og slætt rætta ryggin og fara út í vindin at rætta tað, ið vit hava gjørt illani. Og kýta okkum fyri at savna fólk um at gleðast um tað, sum er gjørt væl. Og um at fremja tað, sum vit vita, at vit megna saman í Føroyum.

Hetta flokstingið hevur verið útsett, orsakað av koronu. Og tað hevur verið ein bági, tí vit hava so nógv at viðgera og tosa um. Eg vóni, at vit í dag fara at fáa tykkara hugsanir, atfinningar og boð um, hvussu vit megna at reisa okkum og byggja upp eina sterka og hjartaliga tjóðveldisrørslu upp kring landið.  

Vit hava so burturúr nógv gott at byggja á, og standa saman um.

Korona og royndirnar

Góðu fundarfólk!

Eitt søguleyst fólk, er eitt støðuleyst fólk. 

Og ikki minst, tá ið vit standa fyri so stórum avbjóðingum, sum bæði føroyska tjóðin og allur heimurin eru í í dag – og flokkurin og tjóðskaparrørslan – er neyðugt at læra av søguni fyri at taka rættar avgerðir í nútíðini og fyri framtíðina.

Vit eiga at vera errin og takksom fyri, at vit í Føroyum saman hava loyst avbjóðingina at tálma og steðga koronasmittuni – í hvussu so er á fyrsta sjóvarfallinum. 

At heiðra er samanhaldið og samhaldsfestið okkara millum. Okkara dugnaligu fakfólk og granskarar – ikki minst Debes og tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, saman við læknum sjúkrarøktarfrøðingum, laborantum og teknikarum, ið megnaðu at byggja kanningar og skipanir upp so væl. Øll tey, ið dagliga stríðast fyri at halda og menna okkara felags vælferðarskipanir. Øll verkafólk, ið skapa virðini hvønn dag á sjógvi og landi. Teir løntakarar og fakbólkar, ið sjáldan fáa sína uppibornu virðing í heilsuverkinum, røktini, í skúlunum, í barnagørðum, í fjølmiðlum, í ALS og Almannaverkinum. Fólkini í kommununum kring landið, ið løgdu ein verjugarð kring ellis- og røktarheimini. Okkara menta- og listafólk, ið hava víst einastandandi hugflog at røkka út til okkara og binda okkum saman. Tey, sum sjálvboðin hava veitt stuðul og hjálp kring landið. Tolsemið millum fólk, ið hava livað við so skerdum nærsambandi við síni kæru – eisini í lívsins mest sorgfullu og gleðiskendu løtum. Tolsemið hjá okkara ungdómi, har vársins og summarsins songur mátti syngjast og kvøðast heilt øðrvísi. Og okkara børn, ið brádliga hava noyðst at hugsavna seg um smittu og samfelagsviðurskifti, nú leikurin átti at verið sum hin ljósi dagur.

Hetta er aftur prógv um, at tað eru føroyskir førleikar, hugflog og samanhald, ið aftur hava prógvað sítt virði. 

Tað, ið vit megna sjálv sum tjóð, og sjálv hava tikið ábyrgdina av sum fólk, er tað, sum ber og tryggjar okkara livikor og møguleikar. Ikki at leggja ábyrgdina og avgerðirnar til annað land og teirra myndugleikar. 

Og tað eru tær felags, samhaldsføstu skipanirnar, ið verkafólka- og fakfelagsrørslan hava stríðst fyri gjøgnum ættarlið, ið nú standa sum trygdin og møguleikin hjá fólki. Arbeiðsloysisskipanin, sjúkradagpeningaskipanin, heilsutrygd, almannatrygd, hjálparpakkar o.s.fr.

Við at hava fullveldi á hesum økjum – og á hesum grundarlagi samstarva við onnur lond- hava vit bestu møguleikar at skapa trygd og loysnir í Føroyum. At vit í Tjóðveldi hava lagt uppskot fram um at taka smittufyribyrging, landslækna, løgreglu og marknaðareftirlit á føroyskar hendur, varð í roynd og veru lagt fram áðrenn koronuna. Men tað kann bara styrkja okkara tilbúgving, trygd og møguleikar at gera føroyskar loysnir at fremja tey málini. Tað er eisini prógvað undir korona. 

Hvat hava vit lært av kreppum?

Nú koronakreppan hevur broytt allan heimin – og rakar tann ríkasta partin av heiminum eisini, hóast fátækastu londini merkja sviðan mestan – kunnu vit hyggja at læruni av kreppum sum heild.

Sum í øllum kreppum, er tann avgerandi royndin á okkum nú: Hvussu verða byrðarnar býttar millum okkara? Skal ein kreppa aftur skapa djypri gjáir heima hjá okkum og um allan heim? Ella kunnu vit nú skapa eitt sjálvstøðugt, betri, rættvísari og burðardyggari samfelag í teimum avgerðum, vit taka?

Koronakreppan og stongsulin fyri dagliga virkseminum og samskiftinum hjá fólki, hevur jú enn einaferð prógvað: Tað er bara veruligt arbeiði, dygdir, førleikar og samskifti hjá veruligum fólki, ið skapar veruligu virðini í samfelagnum og um allan heim. Tað er ikki savningin og upphópingin av teimum virðum, sum vit øll skapa og hava skapt gjøgnum ættarlið, á nakrar fáar hendur, ið skapar nakað virði fyri fólk og samfelag. 

Uttan arbeiðsfólk á virkjum, fyritøkum og stovnum. Uttan fólk í heilsuverki, almannaverki, skúlaverki, og kommunum. Uttan fólk, ið skapa tær vørur og tænastur, ið vit sum menniskju ynskja at geva nakað av okkara arbeiði afturfyri. Uttan fólk, ið skapa mentan og list og hugsanir og gransking. Uttan fólk, ið hvønn dag gera sjálvboðið arbeiði í ítrótti, felagsskapum, samkomum og sosialum arbeiði. Uttan fólk, ið kunnu og vilja vera saman, samskifta, ferðast, skapa saman og liva. Uttan tað, – ja, so er ongin búskapur og onki samfelag. 

Tá standa stórkapitalurin og tey, ið sita við ella hava arvað ófatiligar peningaognir á pappírinum, eisini nakin. Tá standa tey, ið keypa og selja pengar og pappírsvirði og hava sankað alt meira undir seg, eisini ber. Tey skapa ongi verulig virði fyri onnur. Og uttan fólk og arbeiði, er onki virði at spekulera í.  

Tað er vert at leggja sær í geyma, at um allan heim koma nú teir so braneggjaðu neoliberalistirnar, ið hava stríðst fyri at taka av allar felags skipanir og hava noktað at goldið skatt og gjøld, kavandi til teir somu almennu kassarnar, ið teir hava fordømt.

Tær føroysku royndirnar

Og her er nógv hjá okkum at læra av søguni: 

Tá ið politiskar avgerðir ella gongdin í heimsbúskapinum elva til, at inntøkurnar hjá landinum og hjá størstu fyritøkunum og peningavaldinum vaksa og skapa stórar inntøkumøguleikar – ja, so skulu størstu fyritøkurnar og peningavaldið eiga allan vinningin. Meðan samfelagið, vanligi løntakarin, smærru fyritøkurnar og skattgjaldarin skulu onki hava. Nei, nú skulu sonevndar marknaðarkreftir galda, og samfelagið skal blanda seg utttanum.  

Men tá ið politiskar avgerðir ella gongdin í heimsbúskapinum elva til, at inntøkur hjá landinum og hjá størstu vinnufyritøkunum og peningavaldinum minka og verða hóttar – ja, so skal samfelagið, vanligi løntakarin, smærru fyritøkurnar og skattgjaldarin eiga alla rokningina. 

Sum Frændur yrkja og syngja í Mítt Land:

“Tey, sum onki eiga, skulu ikki hava meir,

Hóast byrðan altíð lætnar, tá vit bera hana fleir.”

Koronakreppan verður eins og aðrar kreppur brúkt sum umbering fyri at trýsta fakfeløg og løntakarar at sleppa vunnum rættindum. Vit síggja tað kring heimin. Vit hava sæð tað her heima og í Atlantsflogi. Vit síggja tað í lønarsamráðingum og fara at síggja tað í komandi tíðum, um vit ikki standa fast um at verja lønarrættindi og felags kassarnar.

Læran er: Tað er altíð tann vanligi løntakarin og skattgjaldarin og tey vanligu vinnurekandi í Føroyum, sum skal gjalda fyri alla niðurgongd og kreppur. Tey, sum eiga ognir flest og fíggjarheimurin, skulu altíð bjargast av skattgjaldaranum og vanliga fólkinum. Tey skulu hava uppaftur meira av felags ognunum og virðunum í samfelagnum – bæði tá ið gongur uppeftir, og tá ið gongur niðureftir. Føroyskir og útlendskir kreditorar, ognarfeløg og kapitalapparatið, skulu altíð hava sítt og meira afturat. 

Men tey, ið arbeiða og skapa virðini. Tey, ið royna at reka sínar fyritøkur við skili. Tey, sum í privatum ella almennum starvi, bera samfelagnum uppi og royna at skapa eitt rímiligt og sømuligt lív í gerandisdegnum – tey skulu altíð gjalda við lønarniðurskurði, mistum ognum, arbeiðsloysi, sínum skattakrónum og við “at vísa hógv og samfelagssinni”.

Hvussu býta vit byrðarnar?

Besta dømið um hetta er: At 1. Januar 2020 samtykti núverandi samgonga, at tey 4-5 størstu reiðaríini í uppsjóvar- og flakatrolaravinnnuni skuldu hava eyka virðir fyri minst 250 mió. um árið. Hartil fingu tey ein skattalætta í tilfeingisgjaldi á millum 55 og 100 mió. kr árliga. Tey smærru: Útróðrarfloti, línuskip, garnaskip og trolarar, ið ikki eru í ogn hjá størstu reiðaríunum fingu ikki hesa gávu. Og manningarnar komu at rinda einar 20 mió. meira enn undir nógv útskeldaðu skipanini hjá undanfarnu samgongu.

Tey virðini, ið her vórðu latin, kundu fíggjað ein trivaligan skattalætta til vanliga løntakaran ella ein stóran part av rakstrinum hjá heilsuverkinum ella forðað fyri teimum stóru hallunum á fíggjarlógini nú og.  

Ístaðin sigur landsstýrið, at løntakarin, einkjupensjónir, fyritíðarpensjónistar, fólk við tørvi á lívsneyðugum heilivági og fólk við almannaveitingum, mugu spara, gkalda meira og vísa afturhald.

Og hvussu samsvarar hetta við læruna av øðrum kreppum? Tak nú bert kreppuna í Føroyum í nítiárunum: 13 milliardir krónur skuldi tann vanligi føroyski skattgjaldarin gjalda. Útendskir kreditorar, bankar, og tey, ið áttu pening í fíggjarheiminum, og sum høvdu tjent mest í gallskapinum við veðhaldum, studningi og fíggjarspekulasjón, vórðu bjargað. Arbeiðsloysi fór upp á 25% og 5000 fólk fóru av landinum. Mistu hús  og heim. Og síðani hevur breiða fjøldin goldið alla rokningina við skatti og mistum inntøkum og møguleikum.

Ella tak nú sonevndu fíggjarkreppuna fyri 10 árum síðani. Um allan heim høvdu lán og keyp og søla av fiktivum pappírum og virðisbrøvum givið fíggjarspekulantum og bankum ovurhonds inntjening og virðir á bók. Hóast onki veruligt arbeiði ella nøkur skapan lá aftanfyri. Í Føroyum framdi táverandi samgonga lóggávu, ið skuldi eggja vanligum fólki at lána seg út av eggini við at geva skattafrádráttir fyri at læna sær pengar til at keypa partabrøv. Núverandi løgmaður skeldaði sum fíggjarmálaráðharri táverandi Føroya Banka fyri ikki at lána nógv meira pening út til hetta lánsfíggjaða spæl við pappírsvirðum. 

Og tá ið korthúsaði rapaði? Bankar, føroyskir og útlendskir kreditorar, størstu fíggjarspekulantar og ognarar vórðu bjargaðir við skattgjaldarans peningi. Bæði um allan heim og hjá okkum. Tey, sum høvdu tjent mest í gallskapinum, tjentu bara fá ár eftir, uppaftur meira. 

Smáspararin, ið varð eggjaður av politikarum og lóggávu at spekulera í partabrøvum, misti alt sítt. Vanligar fyritøkur, ið skapa verulig virði, mistu pening og møguleikar. 100-tals verkafólk mistu arbeiðið, tá ið fyritøkur vórðu koyrdar á heysin – m.a. á Fiskavirking. Og vanligi løntakarin og verkafólkið rindaðu alla rokningina. Og skuldu “vísa hógv og samfelagssinni” í krepputíðum. 

At so tað nú er komið fram, at føroyski parturin av EIK-Banka møguliga ikki var innsolventur, men kortini varð koyrdur á heysin, er enn ein læra um, at vit mugu hava fullveldi á okkara fíggjarviðurskiftum og kunna halda føroyskum politikarum til svars fyri avgerðirnar.

Bara eitt ár eftir, at EIK Banki fór, var løgtingsval. Og nú framdi tann samgongan eina skattaumlegging, ið gav hægstu inntøkunum upp til 7000 kr. meira um mánaðin. Meðan vanligi løntakararin skuldi gjalda við at verða brandskattaður við 40% av hvørjari einastu krónu, sum hann við lóg varð álagdur at gjalda inn til egna pensjón. Teir fóru síðani til Danmarkar og biddaðu um at fáa hægri blokkstuðul, tí at føroyingar skuldu eitast ikki at klára seg sjálvar.

Og fá ár eftir, tá ið politiski myndugleikin útvegaði heilt nýggj milliardavirðir av makrelrættindum, sum hvørki Føroyar ella nakað reiðarí høvdu haft frammanundan, varð nærum alt hetta stóra virðið við politiskari avgerð latið til tey reiðarí, ið høvdu allan uppsjóvarfiskin frammanundan. Til teir somu eigarar, ið annars høvdu mælt hart ímóti at hækka makrelkvotuna.

Nú – beint nú – hava tey so samtykt, at reiðaríini og útlendskur kapitalur skulu hava tað sum privata ogn, ið kann keypast og seljast, sum vóru tað teirra egnu hús.

  

Og landskassin hevði øll hesi árini, ið teir framdu hesa ógvusligu flyting av millónum og milliardum til nøkur fá, hvørt ár stór hall. Hvønn dag frá 2011-2015 spolaðu teir eina millión í skuld uppá landskassan.

Teir vóru í síðstu løtu steðgaðir av stórum fólksligum mótmælum og av andstøðuni á tingi, tá ið teir ætlaðu at avreiða Eysturoyartunnilin til útlendskar spekulantar at eiga og tjena uppá. Varð hetta samtykt, so var heldur ongin Sandoyartunnil nakrantíð komin. Tá høvdu amerikonsk feløg, umvegis danska CIP (Copenhagen Infrastructure Partners), fingið tryggjað ein vinning, sum føroyska fólkið og skattgjaldarin skuldu gjalda, sum var størri enn tað kostar okkum at byggja Sandoyartunnilin.

Nú er nógv, sum bendir á, at ætlanin er, at tey stóru virðini og útlendskur kapitalur skulu kunna nýtast til at keypa onnur felags virði, sum SEV og Føroya Tele. 

Úrslitini í samgonguni millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn

Undir seinastu samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn varð annars ein heilt nýggjur politikkur settur á skrá. Hugsjónir og ábyrgd fyri fólkinum í Føroyum komu aftur á ting. 

  • Lág og miðallønt fingu skattalætta. Ein stigvaksandi skattaskipan varð sett í verk aftur, har tey vanliga løntu rinda minni, meðan tey hægstløntu rinda meira lutfalsliga. Brandskattingin av pensjónsinngjøldum varð broytt, soleiðis at vanligar verkamannaintøkur rinda 10% minni. 
  • Teir vanligu fólkapensjónistarnir og fyritíðarpensjónistarnir, ið ikki hava aðra inntøku, fingu hækkað sínar pensjónir við meira enn 1.500 krónum mánaðin. Og ein varandi pensjónsskipan varð samtykt.
  • Hall varð vent til avlop. Landskassin hevði meira enn hálva aðru milliard í yvirskoti hesi árini. Skuldin hjá landskassanum varð niðurgoldin. 
  • Nýggj virði vórðu útvegað í fiskivinnuni. Stórar nøgdir av norðhavssild og svartkjafti. Ja, meira enn makrelhækkingin á sinni. Tey nýggju virðini vórðu boðin út til leigu á uppboðssølu, og landskassin og fólkið fingu eitt árligt gjald fyri hetta uppá meira enn 200 mió. árliga. Og vert er at minnast til: Um Tjóðveldið ikki var, so var ongantíð komið nakað gjald fyri framíhjárættin at fiska. Fólkaflokkurin fór jú úr samgonguni, tá ið tað varð skotið upp í 2011. Men Tjóðveldi fekk framt tað í sonevndu minnilutasamgonguni í 2011, saman við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Framsókn.
  • Eins og Tjóðveldið fekk framt lógina um Bústaðir – sum ætlanin var at avtaka og selja til bankarnar. Men vit bjargaðu Húsalánsgrunninum, eins og hann hevði bjargað vanligum føroyingum møguleikan at seta føtur undir egið borð, síðani Tjóðveldið stovnaði hann í 1964. Og Bústaðir fekk í 2011 – við kravi frá Tjóðveldi – eisini heimild at geva bíliga fígging til hús á bygd og uttanfyri Miðstaðarøkið, til lutaíbúðir, leiguíbúðir og lestraríbúðir. Og tí ber tað til at fremja ein veruligan bústaðarpolitikk nú, hóast heimildirnar til at veita fígging til bústað uttanfyri miðstaðarøkið, ikki eru settar í verk enn.
  • Línuskipini komu fyri seg og vit umbýttu uppsjóvarfisk við botnfisk í Grønlandi og undir Íslandi, ið kom útróðrar- og línuflotanum til góðar. Níggju nýggir aktørar komu inn í føroyska fiskivinnu. Tað mesta nakrantíð, seinastu 20 árini. Teir kláraðu seg, hóast nógva mótstøðu. Fyri fyrstu ferð varð semja gjørd um eina umsitingarætlan fyri botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Fiskivinnan hevði – hóast dagligu ræðusøgurnar – bestu ár nakrantíð í Føroya søgu. 
  • Tað sama við byggivinnu, ferðavinnu, tænastuvinnum, filmsvinnu, mentanar- og upplivingarvinnu, íverksetan og mangt, mangt annað. 
  • Lønargjaldingarnar vuksu meira enn nakrantíð. Lønarhækkingar vóru hjá øllum løntakarum. Fólkatalið vaks meira enn nakrantíð – við nærum 4000 fólkum. Sum ein stórur býur í Føroyum ella 4 meðalstórar bygdir. Íbúðarneyðin gjørdist átrokandi, og sett varð í verk at byggja 500 leiguíbúðir, og tað kundi verið tvífaldað beinanvegin, um samgongan helt fram. 
  • Persóns-, familju og arvarætturin, kortmyndugleikn og útlendingamál vórðu tikin undir føroyskt ræði. Stjórnarskipan Føroya løgd fyri tingið, men eftirsum talan var um minnilutasamgongu, so varð málið blokerað í Løgtinginum. 
  • Sjúkrahúsini vórðu í fullari semju skipað undir eitt felagssjúkrahúsverk og játtanin til sjúkrahúsverkið vaks við meira enn 200 mió. Kommunulæknastørvini vórðu mannað í flestu kommunum. Serlæknar settir og yngri føroyskir læknar á fyrsta sinna tryggjaðir rætt at velja at taka part av útbúgvingini í Føroyum. Hetta vóru mál, ið ongin hevði megnað at gjørt nakað við í 30 ár. Sum tað sæst undir koronatiltøkunum, so hava vit ongantíð havt eitt so vælútbygt og virkandi sjúkrahúsverk. 
  • Rættindi hjá øllum føroyingum vórðu betrað og samkynd fingu rættindi at giftast – mál, ið høvdu verið óloyst í 10-tals ár. 
  • Um alt landið vórðu íløgur framdar í infrakervið, skúlatilboð, mentan og annað. Hvalbiartunnil og Dalstunnil og nýtt avloysaraskip til Strandferðsluna. 
  • Búskapurin hevur ongantíð gingið betur. Búskapargrunnur stovnaður. Allir grunnar fullir. 
  • Talgildu Føroyar varð sett í verk og fíggjað – sum í hesum døgum verður tikið í nýtslu sum amboðið hjá øllum føroyingum í framtíðini. 
  • Ein føroysk veðurtænasta varð gjørd til reiðar, sum nú verður veruleiki. 
  • Og eitt nýtt Havrannsóknarskip varð bygt í Føroyum, sum verður handað í dag.

Og mangt, mangt annað.

Veruleikin er, at ongantíð hevur føroyska samfelagið, búskapurin, vinnan og fólkið verið so væl fyri, sum eftir seinastu samgongu. 

Men ikki nóg gott kortini

Men sjálvandi var nógv, sum als ikki var nóg gott.

 

  • Vit skuldu sjálvsagt havt umsitið fiskivinnumál nógv effektivari og greiðari – og ikki latið so nógvar fløkjur komið í – og latið okkum kýsta í verjustøðu allatíðina.
  • Vit skuldu havt komið longur við at rætta lønarmunir í føroyska samfelagnum – serliga hjá teimum fakbólkum, sum í mestan mun eru kvinnustørv. 
  • Vit skuldu havt tikið hond um byggigølurnar hjá landinum, sum hóast byrjaðar undir undanfarnu samgongum, lá á okkum at handla effektivari at loysa.
  • Vit skuldu havt fingið semju um eina samlaða ætlan fyri vegir og tunlar, so tað ikki verður eitt partapolitiskt mál at binda alt landið saman til hvørt val. 
  • Vit skulu havt framt nógv størri mál við grønari umlegging, náttúruvernd og burðardyggum loysnum á øllum økjum.
  • Vit skuldu havt gjørt størri íløgur í mentan og list og savnsvirksemið kring landið.
  • Vit skuldu havt rokkið fleiri málum á fullveldisleið.
  • Vit skuldu ikki havt latið nógv rumbulsmál í tinginum drigið so langt út.
  • Vit skuldu havt verið nógv meira sjónlig sum flokkur og leiðsla, og ikki brúkt so nógva orku at verja okkum aftanfyri múrarnar á ráðharraskrivstovum.
  • Og mangt, mangt annað.

Fullveldi á øllum økjum er málið

Men her standa vit. Og tað ber sjálvandi til at gera nakað við tað.

Og vit hava alt gott at byggja á og stríðast fyri í komandi tíðum:

Lat meg bara nevna nøkur av høvuðsmálum okkara, sum vit eiga at brúka alla orku til at fáa á dagsskránna og at savna fólk kring framtíðina.

  1. Vit skulu sjálvsagt stríðast fyri at skipa fullveldi á øllum økjum í samfelagnum. Fyri landið og í øllum frá heilsuverki til skúlaverk, hægri útbúgving, løgreglu, fíggjarviðurskiftum, sosialum rættindum – til fullveldi hjá tí einstaka í lívinum við m.a rættinum at hava egnan bústað og seta føtur undir egið borð.
  1. Vit skulu hava búskaparligt og fíggjarligt fullveldi. Longu nú eru vit farin eina milliard skeiva vegin. Men vit skulu miðvíst vísa á og leggja fram, hvussu vit sleppa okkum av við blokkstuðulin og fíggja eitt føroyskt vælferðarsamfelag, har ikki bert vanligi løntakarin skal fíggja allar vælferðarskipanir, men har vit fáa inntøkur fyri rættin at troyta náttúruna 
  1. Vit skulu hava fullveldi í orku-, umhvørvis og veðurlagsmálum – og fremja føroyskar loysnir í at gera Føroyar til samfelag við 100% grønari orku og at vera fremst í náttúru og burðardygd, endurnýtslu og ruskskiljing. 
  1. Vit skulu tryggja sosialt fullveldi við at skapa rættvísari lønarviðurskifti og  javnstøðu við at lyfta teir lønarbólkar, ið ikki eru løntir eftir sínum førleikum og eru lágløntir. Tímalønt, námsfrøðingar, hjálparfólk, heilsurøktarar, vaskifólk (sum eru millum lægstløntu hjá tí almenna) og starvsfólk innan røkt og sosiala økið sum heild. 
  1. Vit skulu tryggja vinnuligt fullveldi við sum minstamark at steðga keyp og sølu av fiskirættindum, fáa útlendskan kapital út, skapa atkomiligheit, at tryggja eina rættvísa skatting av framíhjárættinum at fiska og at tryggja, at tryggja, at fiskirættindi ikki eru privat og ikki kunnu arvast. . Og vit skulu skapa javnar kappingartreytir fyri allar vinnur og hjá smáum og miðalstórum fyritøkum, eins og bestu treytir fyri íverksetan.
  1. Vit skulu tryggja vinnuligt fullveldi og felags rættindini hjá brúkaranum á okkara felags skipanum sum SEV og Føroya Tele, ið skjótt kunnu verða keypt og seld til útlendskar og privatar fyritøkur. 
  1. Vit skulu tryggja mentanarligt og málsligt fullveldi við einum nýggjum tjóðarskaparligum megnartaki til at styrkja føroyska málið á øllum økjum í talgilda heiminum og at menna mentanina, listina, savnsøkið og føroyskar miðlar. 
  1. Vit skulu tryggja fullveldi í umstøðunum hjá fólki kring landið, so samferðsla, skúli, vinnumøguleikar, mentan og frítíð –  og ikki minst bústaðarmøguleikar eru rættindi hjá fólki á øllum plássum.
  1. Vit skulu tryggja fullveldi í øllum uttanríkis- og hernaðarpolitikki, nú øll síggja, at Føroyar liggja sum ein stórhavstjóð og sum ein miðdepil í Norðuratlantshavi og Arktis. Ikki minst eftir Brexit. Og við áhuganum fyri hernaðarstøðum og ætlanum um hernaðarradara í Føroyum, umframt trýstið á Televeitararnar. Tað skulu bert vera føroyska fólkið og føroyskir myndugleikar, ið gera avtalur við heimsins stórveldi og aðrar tjóðir um samstarv og alt tað, um skal henda í Norðurhøvum. Danskir fólkatingspolitikarar og danskir myndugleikar, sum vit hava sæð seinasta árið, síðani Tjóðveldi misti fólkatingsessin – skulu fáa greið boð um, at hetta megna vit sjálv – uttan uppíblanding. 

Góðu tjóðveldisfólk! 

Tað er so skjótt lætt at bróta niður. Vit eru í heiminum og í Føroyum í eini heilt serstakari støðu, har politikkur og at standa til svars fyri fólki, tykist at vera farin í heilt øðrvísi leiðir, enn nakar hevði roknað við. 

Har alt verður antin uppgjørt ella niðurgjørt – og sannleikin er fyrsta offrið. 

Tá ið politikkur verður vald fyri tey fáu, tey úrvaldu, fyri serstakar stættir og fyri tey, sum frammanundan hava fingið ella arvað framíhjárættindi. Tá ið politikkur verður hugsjónarleysur við ongum tjóðskaparligum, sosialum, vinnuligum og mentanarligum stavnhaldi. Ja, so ríður alt spakuliga ella skjótt undan. 

Vit eru tá í einum moralskum, politiskum og fólkaræðisligum forfalli. Í eini spilling, sum gongur beint ímóti øllum tí, ið vit annars vanliga hava lært sum dygdir.

Vit mugu tora at ganga beint ímóti hesum ógvusliga ráki. Og heldur siga, at hjá okkum skal tað ikki vera uppgjørt. Ikki niðurgjørt. Men bara gjørt.

Alt, sum eg havi sagt her kann kókast niður til hesi orð. Vit skulu sjálv. Og fólk skulu hava møguleikan at megna og ráða sjálv. Vit skulu skapa fullveldi á øllum økjum. Vit skulu reisa okkum og stríðast allastaðni fyri tí. Tað er tað, sum altíð hevur borið. Og tað er tað einasta, sum ber fyri landið í tjóðina. 

Eg ynski okkum øllum eitt gott floksting til uppbyggingar og avgerðir. Og allur stuðul verður veittur tykkum, sum stríðast fyri at gera mun í kommunalpolitikki og bjóða tykkum fram at arbeiða fyri livikorunum hjá øllum í hesari tjóð.. 

Fari at enda við hesum orðum í sálminum hjá Mikkjali á Ryggi:

Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal.

Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.

Har kærleikin man ráða, har blídni er við borð,

Har mildar tungur sáa, tey mjúku troystarorð.

Tey, sum Guds vilja gera og elska fólk og land,

ta signing við sær bera, ið sløkkir hatskan brand.

Tey lýsa gjøgnum strevið, tey bjarga lond úr neyð,

tey sigra alt. – Gud gevi, vit teljast millum tey.  

Deil hesa grein umvegis
468 ad