Lýsing

MENNING AV ØLLUM STOVNSMATI

Fyri at tryggja okkum javnbjóðis møguleikar og bestu heilsustøðu tá talan er um almenna matveitan til borgarar í Tórshavnar kommunu, skulu vit menna ein almennan mat – og máltíðarpolitikk til Tórshavnar kommunu við støði í okkara matmentan, samleika og nýhugsan. Vit skulu arbeiða fyri, at okkara eldru borgarar og somuleiðis okkara børn og ungu fáa stimbrandi, fjølbroyttan, litríkan, føðslurættan og

heilsugóðan mat, ið mettar væl og leingi, og er

við støði í føroyskum hágóðsku rávørum og er rættaður ávísa málbólkinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Á tallerkinum eru føroyskar ræstfiskafrikadellur við eplum, leyki, røstum fiski, umframt gularøtur, kálrabirøtur, persilla og spik.

Tey 10 almennu kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið varðar av, eru leiðreglur til eina heilsugóða javnvág tá talan er um mat og drekka. Núverandi kostráðini eru donsk av uppruna, bæði tá talan er um rávørur og matmentan. Frameftir skulu kostráðini tillagast og taka støði í føroyskum rávørum, føroyskari matmentan og fólkinum, ið her býr.

Børn og ung skulu eta meira saman og vit mugu tryggja okkum, at tey fáa fjølbroyttan og sansastimbrandi mat við høgari góðsku.

Matur, máltíðir, matupplivingar og matmenning má uppraðfestast á øllum almennum stovnum, dagstovnum, skúlum, ellis- og røktarheimum og ikki minst nú Føroya størsta kantina er ávegis á Skúlanum á Fløtum í Havn.

Fangarnir, ið sita í arrestini í Mjørkadali hava í nógv ár fingið, og fáa enn hvønn dag mat til sjúk. Hetta mugu vit gera betri.

 

 

 

 

 

 

Snorri Patursson

Valevni Tjóðveldis til kommunuvalið í Tórshavn

 

 

 

Snorri Patursson

Deil hesa grein umvegis
468 ad