Lýsing

Børnini eru fyri mismuni

Øll børn eiga at verða viðfarin líka í Føroyum, men so er ikki í dag.

Børn hjá samkyndum hava ikki rætt til tvey foreldur, hóast foreldrini eru gift. Tað er ikki í lagi.

Børn hjá samkyndum hava ikki rætt at hava bæði foreldrini heima í barnsburðarfarloyvi, sum onnur børn hava rætt til. Tað er ikki í lagi.

Hetta er ein trupulleiki, sum er lættur at loysa. So ístaðin fyri at brúka tíð og orku uppá eitt høpisleyst kjak, er bara eitt at gera. Loys trupulleikan, so øll børn í Føroyum hava somu rættindi.

Vit í Tjóðveldi fara at gera okkara til, at hetta málið verður loyst.

Beinta Løwe
tingkvinna, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X