Lýsing

Í havn eru øll børn vælkomin

Tað rørdi meg í kvøld at hoyra Anniku Vang í tíðindunum um teirra vantandi rættindi í samfelagnum í mun til barsilsskipan, foreldramyndugleika o.a. Tað er ikki rætt at samkynd foreldur og børn teirra skulu vera fyri órætti, og eg vil gera mítt fyri at tryggja, at børn hjá samkyndum sjálvandi skulu javnsetast í mun til barnaansing og systkinaavsláttur.

Høvuðsstaðurin skal rúma øllum familjum og hetta skal endurspeglast í hvussu vit skipa okkara barnaansing og onnur tilboð í kommununi

Hóast Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður einki vil gera við órættin hjá samkyndum foreldrum, so fari eg til verka beinanvegin við tí, sum vit í Tórshavnar Kommunu kunnu gera fyri at betra rættindini og umstøðurnar hjá samkyndum familjum. Tí í Tórshavnar Kommunu eru allir borgarar vælkomnir – eisini samkynd og teirra børn, og tí skulu børnini hjá samkyndum sjálvandi eisini fáa systkinaavsláttur.

Vit eiga at fegnast um, at samfelagið er vorðið fjølbroyttari og fevna allar familjur, sum velja at búsetast í Havn

Eg havi stóra virðing fyri tykkum samkyndu og tykkum í LGBT, sum áhaldandi gera vart við órætt, tí bert soleiðis fáa vit betra og broytt samfelagið. Tit gera tykkara og vit politikarar skulu eisini gera okkara.

Høvuðsstaðurin skal rúma øllum familjum, og ganga undan í at skapa eitt fevnandi og litríkt samfelag. Mín partur skal ikki liggja eftir.

 

– Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad