Lýsing

Øll hava rætt til at lesa og læra

Tað heldur Beinta Løwe og tí hevur hon spurt landsstýrismannin í mentamálum, hvat verður gjørt fyri at fáa munagott og egnað lesitilfar tøkt til orðblind.

Komið er fram í miðlunum, at lesitilfar á føroyskum í m.a. náttúruleirugreinunum, t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við.

“Tað er uppgávan hjá tí almenna at syrgja fyri, at øll hava somu møguleikar at læra, og vit kunnu ikki góðtaka, at undirvísingartilfar til fólk, ið eru orðblind og lesiveik, ikki er teldutøkt ella nóg gott,”  sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad