Lýsing

Beinta spyr um fund við danska forsætisráðharran

Munnligur fyrispurningur til Bárð á Steig Nielsen, løgmann.

 

1.Hvørji samstørv í danska ríkinum vórðu viðgjørd millum løgmann og danska forsætisráðharran á fundinum?

2.Nevndi løgmaður fyri danska forsætisráðharranum, at Føroyar skulu hava fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, og hvat sigur danski forsætisráðharrin til hetta?

 

Viðmerkingar.

Løgmansskrivstovan sendi herfyri út tíðindaskriv um, at løgmaður og danski forsætisráðharrin høvdu verið á fundi og viðgjørt viðurskifti í danska ríkinum. Meira hevur kortini ikki verið at frætta um fundin, tí verður hesin fyrispuringur settur løgmanni.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X