Lýsing

Føroyar skulu stýra føroysku landamørkunum

Ongin nýggjur korona tilburður er staðfestur í eina viku, tí ræður nú um at steðga smittuni við markið, sigur serfrøðin.

Men Føroyar hava onki ræði á okkara landamørkum – okkara landamørk eru í dag mørkini hjá danska ríkinum, og fara tískil heilt suður til Suðurjútland. Tað merkir, at avgerðin um nær okkara landamørk skulu vera opin ella afturlatin, liggur hjá donsku stjórnini og er sostatt ikki grundað á okkara smittustøðu.

Men sjálvsagt eigur avgerðin at liggja í Føroyum og má byggja á okkara støðu. Tað líkist ongum, at Føroyar skulu hava fyri neyðini, at spyrja donsku stjórnina, um at lata okkara egnu dyr upp. Tað, at vit sjálvi gera av, nær vit skulu lata upp og fyri hvørjum, kann bera okkum skjótt og væl ígjøgnum kreppuna.

Tjóðveldi hevur í tí sambandi, lagt uppskot fyri tingi, um at heimtaka okkara egnu landamørk og marknaeftirlit, saman við løgreglu, ákæruvaldi og brotsmálaumsorgan.

Hetta snýr seg einfalt og praktiskt um, at fáa tey smittubasandi amboðini, sum allar aðrar tjóðir hava og nýta.

Deil hesa grein umvegis
468 ad