Lýsing

Atlantsflog – Hvagar gongur leiðin?

Tjóðarflogfelag okkara hevur, eins og flogfeløg kring heimin, avbjóðingar í hesum koronatíðum. Skilligt er, at útreiðslurnar mugu skerjast munandi, men loysnirnar tykjast stuttskygdar og óneyðuga harðrendar ímóti trúgvum starvsfólkum, ið eru eitt stórt virði hjá felagnum. Prísurin kann gerast alt ov høgur, ikki minst við framtíðini í huga.

Føroya Fólk eigur Atlantsflog. Grundleggjandi partur av virðunum hjá AA er, umframt trúgv starvsfólk, kundatrúfesti, ið neyvan finnur sín líka hjá nøkrum øðrum flogfelag. Hvørvur hetta, so kann gerast berligt hjá felagnum í kapping við útlendsk flogfeløg í framtíðini.

Stríð við fakfeløg

Atlantsflog hevur sagt einum hópi av starvsfólki úr starvi, millum hesi 19 av 32 flogskiparum. Fáar vikur seinni, ímeðan ALS-koronaskipanin enn er í gildi, er boð eftir parti av uppsøgdu flogskiparunum. Men, eingin uppsøgn verður rullað aftur, sum klæðiligt hevði verið í einari kreppustøðu. Nú skulu fýra av seks aftursettum størvum setast sum fríyrkiststarvsfólk, so enn størri partur av starvsfólkahópinum verða tikin úr einum tryggum starvi, samstundis, sum fakfelagið viknar. “Vit gera hetta fyri at fáa størri fleksibilitet ….. so mann kann fáa fólk at arbeiða meira í úrtíð og vikuskiftum”, nakað soleiðis segði stjórin, sum harmaðist um støðuna, og annars ásannaði, at starvsfólkini øll longu høvdu víst stóran smidleika og tikið mong eyka tøk fyri felagið.

Eitt sera óheppið og óneyðugt stríð hevur tikið seg upp millum tjóðarflogfelagið og fakfeløgini. Syrgiligt at lesa frá 31 fakfeløgum, at: “Hendan semju- og úrslitasøkjandi leistin valdi leiðslan í Atlantic Airways, okkara tjóðarflogfelag, ikki at fylgja, tá felagið beinanvegin valdi hópuppsagnir innan allar starvsbólkar í flogvinnuni. Hetta valdi felagið tilvitað, í staðin fyri at samskifta við fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini, um at finna alternativar loysnir.“

Fylgir felagið vilja eigarans?

AA varð stovnað av tí almenna. Til ófatuliga gleði og stoltleika, hevur tað borið okkum loftvegis út og heim í fleiri enn 30 ár. Einaferð varð felagið lutvíst privatiserað, men hetta varð fá ár seinni rullað aftur, og við okkara alra skattapengum vórðu teir privatu keyptir úr aftur felagnum. Eigarin er sostatt vit øll, sum eisini gjøgnum okkara ósvikaliga loyalitet hava borið felagnum uppi.

Vónandi fari eg skeiv, men tað er ymiskt, ið bendir á, at ein strategi er løgd fyri felagið, sum fer at flyta tað nærri teimum lágprísflogfeløgum, vit kenna aðrastaðni. Starvsfólkini skulu ikki vera í føstum tryggum størvum, men kunna brúkast “smidliga”. Nú eisini helvtin av flogskiparunum. Mong seta spurningin: Hvør verður prísurin fyri henda sonevnda smidleika?

Ein flogterna til arbeiðis. Ella ein flogskipari, sum í stýrihúsinum situr og hvørki veit, um hann/hon eru keypt ella seld. Ikki vita, hvørt tey heva arbeiði í morgin. Ella, sum áhaldandi vita, at tey “skulu taka nøkur eyka tøk í vikuskiftinum”, tí annars mugu tey lúta fyri øðrum svongum starvsfeløgum – hvør verður prísurin fyri tað? Hvussu mong av royndu starvsfólkunum fara at leita sær tryggari størv? Flestu teirra eru fólk við familju og børnum. Hvar leggja hesi og vit øll trúfestið í framtíðini?

Hjálparpakkar og AA

Atlangsflog hevur, sum onnur feløg, kunna koyrt starvsfólkini í serligu koronaskipanina í ALS, sum gongur út nú seinast í august. Sjálvandi er tað ikki ein varandi loysn, og nevnd og leiðsla hava skyldu at tillaga felagið til framtíðarútlitini.

Atlantsflog er ikki fevnt av hjálparpakkunum, sum geva lutvísa afturbering av føstum útreiðslum. Tá landsstýrismaðurin legði fyri tingið uppskot um stuðulskipan til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur, stóð greitt í lógini, at: “Atlantic Airways, sum landið eigur fult og heilt, er tó ikki fevnt av stuðulsskipanini… Felagið verður tó hjálpt á annan hátt, um tað skuldi gjørst neyðugt.” Til hetta viðmerkti ein samd vinnunevnd, at við hasum orðunum verður trygd veitt fyri, at partafelagið, sum røkir farleiðina loftvegis, fær hjálp frá landinum, verður tørvur á tí. Tað er bæði gott og neyðugt.”

Almenna flogfelagið er sostatt ikki uttan trygdarnet, og politiski vilji at lofta felagnum, eigur ikki at skorta. Tað merkir IKKI, at felagið sleppur undan at verða rikið á vinnuligum grundarlagið. Men tað merkir, at felagið hevur ráð til at hugsa langtíðarstrategiskt í mun til starvsfólk og loyalitet, nakað, sum við vissu loysir seg í einum longri høpi. Bæði fíggjarliga og menniskjaliga.

Verri sáttmála sum takk fyri tøkini

Koronafarsóttin verður einaferð av. Tað liggur á okkum øllum, at vísa samfelagssinni og málið má vera at bera so nógv størv ígjøgnum koronakreppuna, sum til ber. Er tað tað, sum nú verður gjørt í AA? Ella verður kreppan eisini brúkt til eina útrudding og umskipan av starvsfólkahópinum, sum gevur stutthugsaðum vinning? Er mannagongdin so fair, sum til ber, í mun til starvsfólkini og fakfeløg teirra?

Atlantsflog er og skal ikki vera sum onnur flogfeløg. Hvør einasti okkara eigur eitt vet av felagnum, og eg eri sannførd um, at føroyingar allar flestir vilja hava eitt flogfelag við tryggum starvsfólkaviðurskiftum, sum endurspeglast í høgari tænastugóðsku.

Vit vita, at flogfelagið, saman við fakfeløgunum og eigarunum, umboðað av landsstýrinum, væl kundu og kunnu finna betri loysnir, sum geva virðiligari møguleikar at koma gjøgnum sváru tíðina. Og størri smidleika – starvsfólkunum og kundunum at gagni.

Bjørt Samuelsen

tingkvinna og forkvinna í løgtingsins vinnunevnd

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad