Lýsing

Løntakarin er gloymdur, men stendur fremst tá gjaldast skal

Í løtuni eru fleiri enn 1000 fólk í sóttarhaldi og 137 fólk eru smittað. Tað er tí gleðiligt, at hesi verða fevnd av dagpeningaskipanini, sum vit eisini vístu á fyri eini viku síðani.

Men arbeiðið hjá landsstýrinum er ikki nóg væl fyrireikað og ber týðiliga brá av stuttíðar hugsan og manglandi atliti til løntakaran. Uppskotið er bert galdandi fram til 31. august og fer sostatt úr gildi longu um 18 dagar. Tað er at halda løntakaran fyri spott. 

Eisini eru tað nógvir løntakarar, ið enn ikki eru fevndir av nakrari skipan. Um arbeiðsplássið er rakt av korona og má stongja, ella um ongin barnaansing er, so er onki, ið loftar løntakaran. Covid-19 skipanin hjá ALS er farin úr gildi, so ongin sleppur uppí hana longur.

“Tað sum hendir nú er, at løntakarir verða sera ymiskt settir. Serliga eru tað tey í privatu vinnuni og tímalønt, sum koma at verða við sviðið soð. Tað er ongin skipan sum loftar teimum. Har er heldur ikki nakað boð frá landsstýrinum, um hvat hendir um 18 dagar.” sigur Sirið Stenberg.

Og sum vit skilja, so verður als ikki arbeitt í landsstýrinum fyri at fáa hetta í rættlag. Vit eru tí stúrin um, at tey á privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu fara at standa á berum, nú ongin skipan loftar. Vit stúra fyri, at løntakarar kunnu koma í sera trupul fíggjarlig kor, nú støðan er sum hon er. Vit skilja einfalt ikki, at løntakarin ikki er betur vardur.

Fólk mugu og eiga at kenna seg trygg, um teirra arbeiðspláss verður rakt. Hetta uppskotið frá samgonguni í dag, tekur ikki hædd fyri teimum fólkum, sum koma í klemmu.

Samgongan bað samstundis um 13,5 milliónir afturat til koronakanningar av útlendskum ferðafólki. Skattgjaldarin hevur longu rindað 10 milliónir, so tilsamans eru 23,5 milliónir játtaðar, so at ferðafólk fáa ókeypis koronakanningar fyri skattgjaldarans rokning. Eiheildur er nakað, ið bendir á, at ALS fær útreiðslurnar av serligu covid-19 skipanini endurrindaðar.

Løntakarin tykist at vera heilt gloymdur, tá trygdarnet skulu gerast, men stendur allar fremst, tá gjaldast skal.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad