Lýsing

Samgongan letur skattgjaldaran rinda fyri útlendsk ferðafólk

Fólk á arbeiðsmarknaðinum mugu vísa hógv og ikki krevja lønarhækking er niðurlagið hjá samgonguni. Men nú letur júst sama samgonga føroyska lønmóttakaran rinda fyri at ferðafólk ókeypis skulu kannast, tá tey koma til Føroya.

Higartil skal føroyski skattgjaldarin rinda 10 milliónir, so ferðafólk kunnu verða kannaði ókeypis fyri covid-19. Eg má spyrja, hví skulu føroyingar rinda fyri útlendsk ferðafólk, sum koma hendavegin? Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda sjálvi. Hava tey ráð at keypa ein ferðaseðil hava tey eisini ráð at rinda fyri eina kanning.

10 milliónir røkka langt í heilsuverkinum, 10 milliónir kunnu brúkast til eina fitta lønarhækking, men nei, tað vil samgongan ikki.

Samgongan tænir ikki Føroya fólki – samgongan tænir bara sínum egnu.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad