Lýsing

Tvey nývald í Sandoyar Tjóðveldisfelag

Hóskvøldið 25. juni var aðalfundur í Sandoyar Tjóðveldisfelag.
Skráin var sambært lógum felagsins. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi var við á aðalfundinum og greiddi frá um politiska arbeiði floksins á tingi og um politisku støðuna.

Formaðurin seinastu mongu árini Kristian Oskar Henriksen ynskti ikki at halda áfram. Kristian Oskar hevur staði á odda fyri fleiri valstíðum hjá økisfelagnum, og hevur uppliva fleiri sigrar og einstøk minni góð úrslit.
Meiken Krabenhøft sum hevur verið nevndarlimur í eitt mannaminni ynskti eisini at takka fyri seg á hesum sinnið.
Sandoyar Tjóðveldisfelag takkar teimum báðum fyri munagott og dygt arbeiði, fyri felagið og fyri flokkin.

Nývald í nevndina vóru vald Gunnar Bjarnason og Frida Poulsen.
Til formann varð Evald Frói Sólvitsson valdur. Hini í nevndini eru Eli W Hansen og Hanna á Reynatúgvu.

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
Limarøktin og tiltøk eru á breddanum hjá nývaldu nevndini, umframt at luttaka í samskipandi tjóðveldispolitikkinum kring alt landi.

Sandoyar Tjóðveldisfelag ferð framhaldandi at verða við til at vísa á hvat Tjóðveldi hevur framt í verkið, og hvat vit framhaldandi vilja stríðast fyri, landið og fólkið at gagni

Tað eru vit, fólkið í Føroyum, sum eiga landið, og vit fólkið í Føroyum eiga avgerðirnar

Bjørt Samuelsen greiddi frá politisku støðuni, arbeiðinum í tingbólkinum og á tingi.

Hugurin at kjakast og spyrja var stórur.
Fiskivinnupolitikkurin var stóra samrøðuevni.

Fullveldispolitikkurin skal aftur vera eitt aðalmál í dagsins politikki. Tað er brúk fyri tjóðveldispolitikki á øllum økjum; í fíggjarpolitikkinum er prógvað í fleiri umførum at skilagóðari fíggjarstýring ber til at reka eitt samfelag fyri øll umframt at leggja til síðis til verri tíðir.

Fundarfólkið fegnaðust um at útlitini fyri betri ferðasambandi til oynna og ferðasambandi í Sandoynni er eisini blivið betur.

Nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag

Sandoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad