Lýsing

Hvør ræður á Føroya landi? 

  • Í skugganum av koronu, verður bæði okkara persónliga og tjóðskaparliga frælsi álvarsliga sett til viks. 
  • Hava vit fólkaræði í Føroyum, tá ið seráhugamál og myndugleikar, ið vit ikki hava valt, sleppa at taka avgerðirnar yvir høvdið á føroyska fólkinum? 
  • Ætla vit veruliga at lata hetta um okkum ganga?

Korona hevur kastað ljós á so nógvar dygdir í okkara tjóð og samfelag. Á alt tað, sum okkara fólk og okkara samfelag megna og duga við at standa saman og byggja á okkara egnu førleikar. Og fólk hava sjálvboðin offrað sera nógv í sínum gerandisdegi, sínum persónliga frælsi, arbeiði og sosiala lívi. Við stórum kostnaði og avleiðingum fyri so mong. Børn, ungdómur, tilkomin og eldri. 

Og tað eydnaðist at basa smittuni fult og heilt. Hesum eiga vit at fagna, heiðra og vera lýsandi errin av. Hetta prógvar, hvussu nógv vit megna saman – og hvussu nógv virði tær felags og samhaldsføstu skipanirnar hjá okkum hava fyri okkara lív, trygd og framtíð.

Landsstýrið virðir ikki fólkið og fólkaræðið

Men hvar er virðingin og tøkkin frá landsins stjórn?

  • Okkara eldru og fólk í vandabólkum, sum hava skert síni rættindi í so langa tíð, mugu standa sum kánus, tí at landsstýrið bara fylgir boðum úr Danmark.
  • Fólkið, ið starvast og stríðist hvønn dag, skal “vísa hógv og afturhald” í sínum lønar- og starvsrættindum. Harímillum teir starvsbólkar, ið hava átikið sær so nógv eyka í koranatiltøkunum.
  • Vanligar fyritøkur, ið ikki hava fingið nøkur framíhjárættindi frá landinum, mugu berjast fyri at yvirliva – orsakað av at tær trúliga hava fylgt tilmælunum um at basa korona.
  • Samstundis, sum milliardavirðir av fólksins ogn verða latnar til 4-5 reiðarí, sum tey kunnu keypa og selja frítt fyri 10-tals milliardir. Eisini til útlendingar.
  • Fólk og familjur, ið missa starvið, hava ikki raðfesting hjá landsstýrinum. Tað verður heldur bert tosað um, at “vinnur ikki mugu fáa avmarkingar til arbeiðsmegi”.
  • Starvsfólkini í okkara tjóðarflogfelag og floghavn, verða slept upp á fjall og burturtagd.
  • Ungdómurin fær bert boð um avmarkingar í sínum lívsins summari.

Tað er ikki fólkið í landinum, sum stendur fremst hjá landsstýrinum, men heilt aðrar kreftir, ið stýra. 

Og vit, sum eru vald á Føroya løgting at umboða fólkið í landinum, verða als ikki eftirspurd. Løgmaður og landsstýrið samskifta við danskar myndugleikar og akta boð frá donsku stjórnini – og virða als ikki fólkaræðið og Føroya løgting. 

Vit hava annars ongantíð verið betri fyri sum tjóð

Vit hava annars ongantíð verið betri fyri sum tjóð at vinna á kreppum. Undir undanfarnu samgongu vóru allir kassar fullir, skuldin niðurgoldin – og hjá øllum samfelagsbólkum uttan teimum allarríkastu, vóru stórir batar framdar og politisk kós sett fyri einar frælsar, sjálvbjargnar og samhaldsfastar Føroyar. 

Men við hesum landsstýri sleppur Fólkaflokkurinn at geva ríkidømið hjá øllum føroyingum til nøkur heilt fá og at lata úrvaldu seráhugamálini stýra, meðan teir floyta á fjøldina.

Og afturfyri sleppur Sambandsflokkurin at lata okkara persónliga frælsi og okkara tjóðskaparliga frælsi til Danmarkar og onnur. Til lond og myndugleikar, ið vit sum fólk ongantíð hava valt.    

Við korona sum skugga, verður okkara frælsi sum tjóð og menniskju skert 

Eins og korona hevur kastað ljós á okkara dygdir og møguleikar sum fólk, so hevur korona eisini prógvað okkara fólkaræðisligu avmarkingar sum tjóð og samfelag. Og í skugganum av korona hevur landsstýrið harumframt skrumblað mál ígjøgnum Løgtingið, sum gera okkum ikki til nógv annað enn ein danskan provinsbý:

  • Løgmaður góðtekur og stuðlar, at okkara landamørk og avgerðir um, hvør sleppur at ferðast til Føroya, verða gjørd av í Keypmannahavn. Við hesum gevur samanhaldið millum føroyingar hesar tríggjar mánaðirnar, onga meining fyri fólk. Hví skulu vit ikki sjálv gera hetta av og tryggja okkum stýring og møguleikar hjá fólkinum her í landinum?

 

  • Vit hava als ikki ræðið á lóggávu og avgerðum um farsóttir og átøk. Danski fútin og landslæknin skulu ikki lastast. Teir gera tað, ið teir eru settir til. Men teir eru settir av donskum myndugleikum og standa til svars fyri donskum myndugleikum. Og tí viðgera teir Føroyar burturav sum ein danskan landslut. 
  • Okkara landsstýri stendur sum áskoðari til hesar avgerðir tiknar av øðrum, og okkara dugnaligu fakfólk sleppa ikki framat við nøkrum myndugleika, men bert sum ráðgevar.
  • Løgmaður hevur uttanum okkara fólkavalda løgting boðað frá, at avgerðirnar um okkara fjarskifitsnet og útbygging av 5G-netinum skulu nú takast í Keypmannahavn. Hóast vit langt síðani hava yvirtikið málsøki. 
  • Og ein meiriluti á løgtingi hevur skrumblað mál ígjøgnum, sum geva donsku løgregluni, danska herinum og donsku fregnartænastuni óavmarkaðar heimildir at avlurta, skráseta og handtaka føroyskar borgarar. Og at okkara persónsupplýsingar kunnu frítt flytast av landinum til altjóða fyritøkur at brúka.

Vit kunnu ikki lata hetta um okkum ganga. 

Vit heita á allar føroyingar – uttan mun til partapolitiskt tilknýti – um at lata tykkara rødd hoyra. 

Vit mugu hava fólkaræði og ráða sjálv í Føroyum!

Korona hevur kastað ljós á so nógvar dygdir í okkara tjóð og samfelag – men korona hevur eisini prógvað okkara fólkaræðisligu avmarkingar sum tjóð og samfelag

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad