Lýsing

Aðalfundurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, hevur havt ársaðalfund fyrr í vikuni. Nógv fólk vóru til fundin og kjakið var sera áhugavert. Høgni Hoydal, hugleiddi um politisku støðuna.

Millum annað varð greitt frá ríkis-rættarligu og -politisku støðuni. Kjakið snúi seg somuleiðis um ta skeivu kós sum vit síggja verður løgd av sitandi samgongu.

Gjógvin millum tey múgvandi og vanlig fólk vaksur alsamt skjótari, meðan føroyskt vald og virðir verða latin av føroyskum hondum.

Tveir limir og tveir tiltakslimir blivu valdir. Torbjørn Jacobsen varð afturvaldur nevndarlimur, og Gunnar Hjelm gjørdist nývaldur nevndarlimur. Tiltakslimir gjørdust, Turið Horn og Rókur Herup Olsen.

Nevndin hevur skipað soleiðis:

Emil Hermansen – Formaður
Vígdis Johannsen – Næstforkvinna
Solrun Steffanson – Skrivari
Torbjørn Jacobsen – Kassameistari
Gunnar Hjelm – Nevndarlimu
Tiltakslimir:
Turið Horn
Rókur Herup Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad