Lýsing

Latið okkum saman avtaka uttanríkispolitisku avmarkingarlógina

Uttanríkispolitikkur og samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark í sambandi við uttanríkispolitikk, er nú aftur sett á dagsskrá. Tað er gott og neyðugt, tí verandi støða er alt annað enn góð. Føroyar eru í eini uttanríkispolitiskari spennitroyggju, ið forðar okkum í, at umboða okkum sjálvi á so ómetaliga nógvum pallum. Ein av høvuðsforðingunum er – umframt at vit ikki eru sjálvstøðugt land – í sokallaðu ”uttanríkispolitisku heimildarlógini”, ið varð sett í gildi í 2005. Lógin varð samtykt hóast ótalligar ávaringar og stór mótmæli. Seinni hava allir flokkar sagt seg vilja broyta ella avtaka lógina. Arbeitt hevur verið við at fáa broytingar, men hetta vísir seg ikki at bera til. Vónandi kunnu vit nú standa saman um, at avtaka hesa avmarkingarlóg – ið var størsta afturstig Føroya á sjálvbjargnisleið í nýggjari tíð – skjótast tilber.

Skrumblaðu avgerandi lóg ígjøgnum
Lógin varð løgd fyri Løgtingið beint fyri summarsteðgin í 2005. Endamálið tykist vera at skunda lógirnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð millum føroyingar, í fjølmiðlunum og heldur ikki á Løgtingi. Og hetta er væl skilligt um ynskt varð at fáa hesa ígjøgnum, tí talan var um lógaruppskot, ið fór at verða til skaða fyri Føroya Løgting, Føroya land og Føroya fólk.

Krav um grundlógarbroyting – álvarsom framtíðar forðing
Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a.: ”Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender”.
Tað er óskiljandi, at Løgtingið valdi at góðtaka, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Sjálvt serfrøðingar innan danskan statsrætt høvdu annars, fram til nýggja lógin varð samtykt, ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldisríki og fremja sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.
Við hesi staðfesting í uttanríkispolitisku heimildarlógini hava Fólkatingið og Løgtingið, ikki bert forðað fyri sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki, men helst eisini óbeinleiðis staðfest, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyting áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land. Um so verður, krevst serstøk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt samtykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.

Danmark og ES felags uttanríkispolitikk
”Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.” Tvs. at tá Danmark verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært lógini grundlógarbroyting) men ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”.
Hetta er ein fullkomiliga óskiljandi og óvirðilig støða at seta føroyingar í. Sjálvsagt skulu føroyingar sjálvir umsita uttanríkispolitikk Føroya og umboða Føroyar, ikki ”Kongeriget Danmark”, í altjóða høpi.
Tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk – uttan grundlógarbroyting. Sjálvandi.

”Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt – én stat”
”Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.”
”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).”
”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”.
 Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.”
Harvið verður fleiri ferðir og so dyggiliga staðfest, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Ófatiligt at hetta nakrantíð er góðtikið. Tí hetta er ikki rætt, og Løgtingið hevur enntá staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum.

Ein røð av forðingum
Samanumtikið ásetir uttanríkispolitiska heimildarlógin eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Onnur dømi eru hesi brot úr viðmerkingunum:
1) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne – og bevarer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele”
2) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.”
3) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.”
4) ”ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for en international organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.”
5) ”…der vil ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre.”

Sjálvt heimastýrislógin gevur fleiri møguleikar
Føroyar hava í áravís gjørt avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu, skatt og handil. Eisini hava Føroyar atlimaskap í fleiri altjóða felagsskapum undir ST. Hartil kemur, at sjálvt grein 8 í heimastýrislógini, ið viðvíkir uttanríkispolitikki Føroya, hevur nógv fleiri møguleikar og hevur munandi færri avmarkingar enn nýggja uttanríkispolitiska heimildarlógin. Hví góðtaka og fasthalda eina lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn siðvenja okkara og enn sjálvt heimastýrislógin?

Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu áratíggini, verður í lógini gjørt til onkis, og rættarstøða Føroya er munandi verri við uttanríkispolitisku heimildarlógini, enn áðrenn henda varð sett í verk. Tí hevur Tjóðveldi eisini fleiri ferðir lagt fyri Løgtingið lógaruppskot um at avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Danska stjórnin vil økja avmarkingarnar
Í undanfarna samgonguskeiði varð áhaldandi roynt at fáa broytt uttanríkispolitisku heimildarlógina, men danskir myndugleikar kravdu, at skuldu broytingar gerast, skuldi eitt nú fiskivinnuøkið og nettrygd eisini verða fevnd av felags uttanríkispolitikki. Hetta hevði sjálvandi verið eitt ovurstórt afturstig fyri Føroyar – og kom tí als ikki uppá tal. Eftir 4 ára royndir at fáa broytingar varð niðurstøðan, at danskir myndugleikar vildu økja avmarkingarnar – heldur enn at minka ella avtaka hesar. Tí er einasti møguleikin, sum í veruleikanum er eftir, at avtaka lógina.

Latið okkum saman avtaka avmarkingarlógina
Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg.
Í Føroyum er nú tíbetur breið semja um at broyting má og skal til. Eftir er at gera orð til gerð.
Rættasta og lættasta loysnin er og verður at avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina – tí lógin gevur Føroyum bert vansar, forðingar og avmarkingar.
Latið okkum standa saman um at fremja hetta í verki. 

9. juni 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad