Lýsing

Fer landsstýrið at hjálpa tjóðarflogfelagnum? – Og nær er Hjálparpakki 3 klárur?

Koronakreppan hevur rakt okkara samfelag og allan heimin, og serliga er ferðavinnan rakt meint. Ein av teimum fyritøkunum, ið er hart rakt, er okkara Atlantsflog.

Starvsfólkini hava ringað ein høgan kostnað, tí tíverri eru hópuppsøgnir longu fráboðaðar, og er hetta eitt beinleiðis úrslit av, at landsstýrið ikki er komið við eini málrættaðari hjálp til Atlantsflog. Hetta hevur stórar avleiðingar fyri starvsfólkini og fyri alt virksemið frameftir.

Tí hevur Kristina Háfoss spurt Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, um nøkur ætlan er at seta átøk í verk og um fíggjarmálaráðharrin yvirhøvur sær seg hava nakra ábyrgd av at tryggja, at Atlantsflog kemur so væl og trygt tvørturum koronakreppuna sum gjørligt.

Atlantsflog er lívlinja okkara út í heim, og samstundis vita vit., at hitt flogfelagið, ið flýgur til. Føroya,  SAS, hevur fingið stóran almennan stuðul, og hevur fráboðað, at byrjað verður at flúgva til Føroyar í Juni. Tí spyr Kristina eisini, hvussu fíggjarmálaráðharrin ætlar at tryggja javnbjóðis kapping millum flogfeløgini.

Ein triðji hjálparpakki hevur verið eftirlýstur í longri tíð, men enn er onki at frætta. Tí spyr Kristina eisini, nær vit kunnu vænta Hjálparpakka 3 og um ætlanin er at bjóða andstøðuni til fundar um henda Hjálparpakka.

Meðan vit bíða eftir landsstýrinum – og fyri at fáa lýst málið – hevur Kristina sett landsstýrismanninum, við ábyrgd av Atlantsflogi, hesar spurningar, ið skulu svarast á Løgtingi í morgin.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad