Lýsing

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

Hava føroysku myndugleikarnir fulla heimild at leggja sína egnu ætlan fyri, hvørjum londum latast kann upp fyri, nú koronasmittan hasar av nógvastaðni. Ella, hvør ger av, hvørjum londum Føroyar kann lata mørkini upp fyri – eru tað danskir ella føroyskir myndugleikar? 

Útmeldingar frá myndugleikunum geva ta fatan, at tað ikki einans eru føroyskir myndugleikar, ið gera av, á hvønn hátt og mótvegis hvørjum londum, Føroyar kunnu lata upp mørkini. At henda avgerð í størri mun liggur hjá danska forsætisráðharranum heldur enn hjá Føroya løgmanni. Vónandi er hetta ikki so. 

Tá landamørkini vórðu stongd fyri fólki, ið ikki hava góðkend ørindi í Føroyum, varð hetta gjørt eftir sama leisti, sum Danmark stongdi síni landamørk, og soleiðis, at opið framvegis var og er fyri ferðslu til og úr Danmark.  Støðan í mun til korona hevur ikki verið og er framvegis ikki eins í Danmark og í Føroyum. Her heima er smittan bast fyri fleiri vikum síðani. Í Danmark verða framvegis nýggir tilburðir staðfestir dagliga, men landið hevur tamarhald á smittuni. Og vit liva fínt við tí opinleika, sum er millum londini bæði.

Hinvegin eru fleiri onnur lond, sum hava somu ella á leið somu smittustøðu sum Føroyar. Í grannalandinum Íslandi,  eru eingir nýggir tilburðir staðfestir seinastu dagarnar, og fult tamarhald tykist verða á koronasmittuni. Tíðin er búgvin at lata upp fyri ferðing millum Føroyar og tey lond, har eingin ella so gott sum eingin smittuvandi er. Og tað gevur lítla meining at halda mørkini stongd fyri londum, sum eru í áleið somu smittustøðu sum vit, og fremri støðu enn Danmark.  

Løgmaður verður spurdur um hesi viðurskifti, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum mikudagin. Um, hvørjar ætlanirnar hann hevur, í mun til at lata uppaftur mørkini – eitt nú fyri londum sum eru sloppin av við, ella so gott sum sloppin av við korona. 

Tað er avgerandi neyðugt, at føroyingar sjálvir hava henda myndugleika, so latið verður upp so forsvarligt sum gjørligt, men samstundis uttan, at tað tekur longri tíð enn neyðugt. Ikki minst við atliti at ferðavinnuni.  Eisini verður løgmaður spurdur um, hvørt avgerðir í Danmark um at lata upp í mun til ávís onnur lond, eisini av sær sjálvum verður galdandi fyri Føroyar.

Ynskið er at fáa greitt svar uppá, hvør, ið ræður yvir føroysku landamørkunum. 

Bjørt Samuelsen 

tingkvinna  

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad