Lýsing

Beinta spyr løgmann um ítróttarkappingar

Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a

Fyrispurningur um ítróttarkappingar, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

 

1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki?

 

2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað?

 

3. Heldur løgmaður, at sersambondini sjálvi skulu gera av, um teirra ítróttargrein skal byrja aftur ella ikki?

 

Viðmerkingar:

Nógv ivamál hava tikið seg upp um, hvørt ítróttarkappingar kunnu byrja aftur ella ikki. Tað tykist at vera upp til sersambondini at gera av. Summi sersambond hava tikið avgerð um at byrja kappingar aftur, meðan onnur hava avlýst. Heilsumyndugleikar og politiski myndugleikin koma viðhvørt við ymiskum tilmælum, og tí kann vera trupult at fáa greiðu á, hvørji almennu tilmælini eru.

 

Á Løgtingi, 24. apríl 2020

Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X