Lýsing

Beinta spyr um støðuna hjá fólki í dagpeningaskipanini

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona?

2. Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni?

3. Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp?

 

Viðmerkingar: Støðan við korona leggur nógv trýst á almennu skipaninar. Tí kunnu viðgerðir av øðrum málum verða seinkaðar nakað. Hetta er óheppið fyri fólk, sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn koronastøðan tók seg upp. Málsviðgerðin kann verða seinkað, og fyri tey, sum skjótt detta úr dagpeningaskipanini, er hetta ein sera óheppin støða. Ístaðin fyri at fáa avgreitt mál teirra, kunnu tey detta niður ímillum av einari bráfeingis støðu, sum er íkomin kring alt landið. Talan er ikki um fólk, sum eru fevnd av “korona skipanini”, men um fólk sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn korona tók seg upp. Á Løgtingi, 30. mars 2020 Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad