Lýsing

Kristina spyr um hagtølini fyri tey 17 heimsmálini

Munnligur fyrispurningur

um, hvussu tað gongur við at gera nýggju hagtølini fyri tey 17 heimsmálini fyri burðardygd og lønarhagtøl

til Jørgen Niclasen

  1. Hvør er støðan viðvíkjandi nýggju hagtølunum fyri tey 17 heimsmálini um burðardygd?
  2. Hevur Hagstova Føroya fingið nøktandi játtan í 2020 til at fremja hagtølini sum æltað? Um ikki, hvussu nógv væntar í?
  3. Hvør er støðan viðvíkjandi nýggju lønarhagtølunum, ið sett varð í gongd í samstarvi millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløg?
  4. Nær væntast hagtølini fyri tey 17 heimsmálini fyri burðardygd og fyri løn at verða klár at taka í nýtslu?

Viðmerking

Hagtøl hava stóran týdning fyri okkara samfelag, tí vit mugu kenna okkara fortíð og nútíð fyri at seta kós fyri okkara framtíð.

Í undanfarna valskeiði er játtan sett av til, at fara undir nýggj hagtøl. Millum hesi eru nýggj lønarhagtøl. Arbeitt hevur verið við hesum í eina tíð, og er talan um eitt samstarv millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløg.

Eisini varð játtan sett av til, at Føroyar fáa egin hagtøl fyri, hvussu vit liva upp til tey 17 heimsmálini fyri burðardygd, ið øll tey lond, ið vit vanliga samanbera okkum við, eisini hava sett sær. 

Til tess at fáa upplýst fyri Løgtinginum og almenninginum, hvussu tað gongur við, at fremja hesar ætlanir og hesi nýggju hagtølini, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 10. februar 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad