Lýsing

Bjørt spyr um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing

Fyrispurningur um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing

settur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum

 

  • Metir landsstýrismaðurin, at pápar og mammur skulu javnsetast í mun til føðing uttan gjald á sjúkrahúsi í Føroyum?
  • Ætlaða broytingin í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð javnsetur rættindini hjá lesandi pápum og mammum í mun til føðing á sjúkrahúsi. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at víðka kunngerðina soleiðis, at børn hjá pápum, sum hava rættindini sum føroyskir borgararar, kunnu verða fødd á sjúkrahúsi uttan gjald, eisini hóast mamman ikki formiliga er búsitandi í Føroyum?
  • Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at áseta afturvirkandi gildi í kunngerðini, so tey fáu pør, sum eru dottin niðurímillum, sleppa undan at gjalda?

 

Viðmerkingar

Tað er ein gáva, at nógv børn verða fødd í Føroyum. Nøkur fá pør detta tó niðurímillum, tá barn teirra verður føtt í Føroyum, og noyðast at gjalda fyri føðingina, og kann hetta hava álvarsamar fíggjarligar avleiðingar fyri familjuna.

Reglurnar um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð geva persónum, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, rætt til ókeypis viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Lesandi, sum búgva uttanlands, kunnu sostatt koma til Føroyar at eiga. Reglurnar eru tó bert galdandi fyri kvinnur, ikki fyri lesandi pápar. Hetta hevur ført við sær, at eini føroysk hjún, búgvandi í Danmark, sum av heilt serstøkum orsøkum valdu, at barnið skuldi berast í heim í Føroyum, hava fingið ógvusliga rokning. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at hetta ikki er rímiligt, og hevur sent eina kunngerð til hoyringar, har endamálið er “at javnstilla menn og kvinnur, ið skulu gerast foreldur og ynskja at barnið verður føtt í Føroyum”. Kunngerðin ásetir at:

Í § 6 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Er annað av foreldrunum lesandi og har umframt lýkur treytirnar í stk. 1, verður onki gjald tikið fyri, at barnið verður føtt í Føroyum.”

Ætlaða kunngerðin fevnir um lesandi – bæði foreldur. Men fevnir ikki um pør, har til dømis pápin býr í Føroyum, ímeðan mamman er skrásett at búgva uttanlands. Her kann til dømis vera talan um par, har foreldrini hava bústað í hvør sínum landi. Ella um at unnustan/konan enn ikki hevur fingið pappírini í ordan í mun til flyting til og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum.

Um saklig grundgeving er fyri tí, og tað er til fyrimuns fyri borgaran, er møguligt at lóggeva við afturvirkandi gildi. Uppskotið til nýggja kunngerð nevnir ikki afturvirkandi gildi.

Pápar eiga eins nógv í barninum, og tí er umráðandi at lóggávan tryggjar báðum foreldrunum javnrættindini í mun til føðing av barni teirra.

Á Løgtingi 10. februar 2020

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X