Lýsing

Kristina spyr um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum

Munnligur fyrispurningur

um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum

til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum

 

  1. Hvør er arbeiðssetningurin, ið landsstýriskvinnan hevur givið arbeiðsbólkinum, ið hevur arbeitt við bústaðarpolitikki landsstýrisins, og nær væntast arbeiðið at vera liðugt?

 

  1. Er eitt av uppskotunum, ið landsstýrið arbeiðir við, at Bústaðir skal rinda vinningsbýti til landskassan, og at leigukostnaðurin hjá fólki, ið leiga frá Bústøðum, skal hækka?

 

  1. Æltar landsstýrið at Bústaðir skal fáa heimild og møguleika at byggja fleiri leigu- og lutabústaðir?

 

  1. Er partur av bústaðarætlanum landsstýrisins, at gera tað møguligt hjá fólki, at fáa fígging til bygging av bústøðum kring alt landið og eisini uttanfyri størru býirnar?

 

  1. Er landsstýriskvinnan áhugað í, at koma á fund við Tjóðveldi og andstøðuflokkarnar um uppskot til loysnir á bústaðartrotinum og loysnir, so byggjast kann kring alt landið?

 

Viðmerking

Søguliga stórur fólkavøkstur hevur verið seinastu árini. Men henda sólskinssøga hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí bústaðartrot er vorið ein av størstu avbjóðingunum vit hava í dag.

Orsøkin er, at tørvurin á bústøðum er vaksin munandi skjótari enn útboðið av bústøðum. Samstundis hevur útleigan til ferðafólk eisini tikið dik á seg, samsvarandi vaksandi ferðavinnuni. Fólkasamansetingin er hartil broytt, og eru vit í dag lutfalsliga fleiri eldri, eins og nógv fleiri lesandi og nógvar nýggjar barnafamiljur eisini eru.

Hetta setir krøv til ein størri og meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað.

Undanfarna landsstýrið og samgonga settu fleiri tiltøk í verk, fyri at loysa bústaðartrotið. Men meira skal gerast nú og frameftir.

Millum átøkini, ið framd vórðu seinastu 4 árini eru:

– Bústaðir heilmild og fígging til at byggja 200 leigubústaðir afturat fyri 250 mió.

– Fólk 100.000 skattafrítt í leiguinntøku, um útleigað verður til langtíðarleigu (fyri at gagnnýta verandi fermetrar og økja útboðið sum skjótast – og fyri at fáa fólk at velja langtíðarútleigu heldur enn AirBNB)

– Leigunevndin størri heimildir at forða fyri órímiligari hækking av leigukostnaði

– Kommunur heimild at byggja eldrabústaðir til fólk, ið eru 60 ár og eldri

– Bráðtørvlisti settur á stovn

– 200 mió. kr. settar av til nýggjar bústovnar og vardar bústaðir

– Gongd sett á býlisskrá og annað.

Landsstýrið hevði hartil lagt lógaruppskot fram á Løgtingi um, at heimila Bústøðum at útskriva lánsbrøv fyri upp til 250 mió. kr. afturat teimum 250 mió. kr. frá 2016, men Løgtingið valdi ikki at samtykkja hetta áðrenn valið. Lógaruppskotið varð lagt framaftur nú eftir valið, men samgongan feldið hetta uppskotið.

Eisini hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið at heimila Bústøðum at veita 2. veðrættarlán til bygging av bústøðum uttanfyri størru býirnar. Tó bert fyri tann partin av láninum, ið peningastovnarnir ikki lána til, og í mesta lagi upp til 100% av metingarvirðinum av ognini. Samgongan feldið eisini hetta uppskotið.

Samstundis frættist nú í miðlunum, at arbeitt verður við uppskotum í landsstýrinum, ið fara at krevja, at Bústaðir geva avkast og rinda vinningsbýti til landskassan. Hetta vil avmarka møguleikarnar hjá Bústøðum og gera tað dýrari hjá fólki at leiga frá Bústøðum frameftir. Hetta loysir onki bústaðartrot.

Eitt stórt greiningararbeiði viðvíkjandi bústaðarmarknaðinum lá annars klárt í landsstýrinum, tá núverandi samgonga tók við landsins leiðslu. Eisini vórðu fleiri lógaruppskot framd, og onnur lógaruppskot vóru klár at seta í verk. Hóast hetta, so er enn onki hent, og hevur heldur ongin fundur verið millum andstøðu og samgongu um málið. Vit vilja tí bjóða samgonguni til fundar at skapa neyðugu semjurnar og góðar loysnir á bústaðartrotinum.

Landsstýrið og samgongan hava nú stjórnað í nærum ½ ár. Fleiri mál eru skundað ígjøgnum Løgtingið áðrenn jól, men ikki eitt uppskot er komið viðvíkjandi eini av størstu og mest átroðkandi avbjóðingunum – at loysa bústaðartrotið og gera tað møguligt at seta búgv kring alt landið.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 10. februar 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad