Lýsing

Soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman!

Bústaðartrotið skal loysast sum skjótast. Tí ovurstórur tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Vit eru nú fleiri enn 52.000 íbúgvar, og fólkavøksturin heldur áfram. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri bústaðir til ein rímiligan kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er. Eisini skal vera møguligt at byggja kring alt landið. Bústaðartrotið er stórt og bústaðarmarknaðurin er eisini ov einstáttaður í dag. Tað er tí neyðugt bæði við íløgum hjá privatum vinnufyritøkum og Bústøðum og øðrum, fyri at skapa ein vælvirkandi og fjøltáttaðan føroyskan bústaðarmarknað fyri øll – og alt hetta ber væl til. 

”Privatiserið” ikki Bústaðir!

Men heldur enn at loysa hesa avbjóðing, so verður í núverandi stjórn arbeitt við uppskotum til broytingar, ið als ikki loysa bústaðartrotið. Sum skilst er eitt uppskot, ið arbeitt verður við, at Bústaðir skal gerast ein vinnufyritøku-líknandi stovnur, ið skal rinda avkast til landskassan, og sum tí eisini skal hækka leigukostnaðin hjá fólki, ið leiga frá Bústøðum. Hetta vil gera tað enn dýrari fyri føroyingar at leiga bústaðir, og vil hava líknandi avleiðing sum ein privatisering av Bústøðum. Hetta er ikki loysnin uppá bústaðartrotið – tvørturímóti. 

 

500 fleiri leigu- og lutabústaðir og lestrarbústaðir
Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – givið Bústaðir heimild at byggja 200 bústaðir afturat. Men hetta er ikki nóg mikið. Bústaðir skulu fáa heimild at byggja 500 leigu- og lutabústaðir komandi árini, umframt teir 400 leigubústaðirnar, sum verða tøkir í 2020. Av hesum skulu eisini byggjast lestrarbústaðir, so lesandi hava møguleika at búgva saman og til rímiligan kostnað, meðan tey eru undir útbúgving.
Vit vita, at nógv ynskja at leiga – heldur enn at eiga – bústað. Vit skulu tí menna ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað, soleiðis at tað ber til, at finna ein bústað, ið hóskar til tann tørv tú hevur. Tað kann ikki vera meiningin at fólk eru noydd at taka stór húsalán, og keypa egin hús, um tey ynskja at búseta seg í Føroyum.

 

Kommunur byggja eldrabústaðir
Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – givið kommununum at byggja eldrabústaðir í størri mun enn áður. Hetta tí, at øll hava ymiskan bústaðartørv alt eftir hvar í lívinum vit eru. Tá tú gerst eldri eigur møguleiki at vera fyri, at flyta í minni og meira hóskandi bústað. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin og lætta um tá umræður viðlíkahald, fíggjarliga v.m. Tá verða eisini fleiri hús tøk á bústaðarmarknaðinum hjá teimum ungu, ið ynskja at seta føtur undir egið borð og kanska stovna familju. Hetta vil aftur lækka prísin á húsum. Samstundis vil ein meira hóskandi bústaður, saman við góðari heimarøkt, gera, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi.

Landið byggja fleiri bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum
Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – sett 200 mió. kr. av til, at byggja nýggjar bústovnar, bú- og umlættingardepil og barnaheim. Fyrireikingar eru gjørdar, og klárt er at fara í gongd við fleiri av verkætlanunum. Hetta er eisini alneyðugt, tí ovurstórur tørvur er á, at byggja nýggjar bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum. Eisini verður 5. hvør íbúð hjá Bústaðir latin Almannaverkinum at leiga víðari til fólk við serligum avbjóðingum. Framstig eru hend – serliga uttanfyri miðstaðarøkið – seinastu árini, men í miðstaðarøkinum húsast alt ov nógv í eldri sethúsum, sum í flestu førum als ikki eru egnað til bústað. Hetta hava búfólk, starvsfólk og avvarandi staðfest í áravís, og hetta verður umsíðir nú gjørt nakað við. Men umframt tær 200 mió. kr. hava vit í okkara uppskoti til 5-ára fíggjarkarmar hjá landinum sett 100 mió. kr. av afturat, soleiðis at vit til fulnar fáa nøktað tann tørvin, sum er, á nýggjum bústovnum og vardum bústøðum. Tí øll hava rætt til eitt gott heim.

 

Fígging til nýbygging kring alt landið

Men tað eru sjálvandi eisini nógv, ið ynskja at byggja egin hús. Her er trupulleikin, at trupult er at fáa fígging, um tú ynskir at búseta teg uttanfyri størru býirnar í Føroyum. Hetta má og skal vera møguligt. Annars verða vit sum land og fólk fátækari. Tí nærum ongin nýggj búseting verður á bygd. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Um tú annars hevur neyðugu inntøkuna og gjaldsevnið til at rinda fyri lánið, so eigur landsins bústaðaramboð – Bústaðir – at kunna bjóða 2. veðrættarlán til bygging uttanfyri størru býirnar, til tann partin av láninum, ið bankarnir, vegna verandi lóggávu, ikki hava møguleika at bjóða. Tó kann ikki lánast fyri meira enn fulla virðið av húsinum – men soleiðis ber til at byggja og liva kring alt landið.
Føroysk realkreditt-lánsbrøv fíggja bústaðir
Tað ber eisini væl til, at fíggja nýggju bústaðarbyggingina hjá Bústaðir – uttan at landskassin gerst partur av hesum. Tí stórur partur av føroysku uppsparingini – herundir tær umleið 10 milliardirnar av pensjónsuppsparing – verða í dag sett í donsk og útlendsk lánsbrøv, ið verða brúkt til at byggja bústaðir uttanlands fyri. Hetta skulu vit broyta. Hava longu broytt hetta partvíst. Tí vit góvu í 2016 Bústaðir heimild til, at útskriva lánsbrøv á 250 mió. kr., við trygd í bústøðunum, til at byggja um 200 bústaðir afturat. Henda heimild skal útbyggjast. Bústaðir eiga at kunna útskriva føroysk realkreditt-lánsbrøv við trygd í 500 leigu- og lutabústøðum afturat. Tá kunnu íleggjarar – heldur enn at seta peningin í útlendsk lánsbrøv og útlendskska bústaðarbygging – seta part av íløgunum í bygging av bústøðum í Føroyum. Hetta gevur sera góða meining.

Bjóða samgonguni á fund um loysnir

Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – framt fleiri átøk fyri at loysa bústaðaravbjóðingina, men enn fleiri átøk eru alneyðug. Vit hava tí lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, ið gevur Bústøðum neyðugu heimildina til at veita 2. veðrættarlán at fíggja bygging á bygd, í tann mun at bankarnir ikki kunnu fíggja, og upp til fulla virðið av húsinum. Og eisini er lógaruppskot lagt fyri Løgtingið, ið gevur Bústøðum heimild til, at byggja fleiri leigu-, luta- og lestrarbústaðir afturat – fíggjað við føroyskum lánsbrøvum við trygd í føstu ognini. Tíverri hevur samgongan felt øll uppskotini.
Samstundis hava vit enn onki frætt frá samgongu ella landsstýri um fund ella samstarv um, at loysa bústaðartrotið, eisini hóast okkara boð uppá loysnir eru fleiri og greið. Hartil lá stórt greiningararbeiði, ið okkara uppskot til loysnir eisini eru grundað á, klárt í landsstýrinum, tá núverandi samgonga tók við. Hvørjum bíða vit eftir? 

Neyðugt er við fleiri átøkum sum skjótast. Vit fara tí, at bjóða samgonguni til fundar, soleiðis at vit saman kunnu finna semju um góðar og varandi loysnir – soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman.

 

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad