Lýsing

Spyr um fullveldissamráðingar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar, settur
løgmanni, Bárði Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl, undir hesum eisini
fundarfrágreiðingar, í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar
millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000?

2. Um løgmaður ikki ætlar at almannakunngera skjølini og
fundarfrágreiðingarnar frá fullveldisamráðingunum, hvør er so orsøkin, og
hvørjar eru grundgevingarnar fyri hesum?

3. Eru fullveldissamráðingarnar framvegis í gongd, sum annars hevur verið ein grundgeving fyri ikki at lata innlit í skjølini?

Viðmerkingar:
Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamráðingarnar vóru. Hóast drúgv tíð er
fráliðin, hevur ongin mynduleiki enn viljað latið innlit í skjøl og
fundarfrágreiðingarnar.

Sambandsflokkurin setti í 2017 táverandi løgmanni fyrispurning um, nær løgmaður fór at almannakunngera øll skjøl í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Í viðmerkingunum til fyrispurningin segði Sambandsflokkurin tá:
”Øll landsstýri síðani ár 2000 hava noktað almenninginum innlit í skjøl um
samráðingarnar. Grundgevingin er, at samráðingarnar eru ikki lidnar, hóast eingin samráðingarfundur um fullveldi hevur verið í meira enn 16 ár. Grundgevingin er tí uttan hald í veruleikanum.”

Tá Sambandsflokkurin í 2017 helt, at hetta var ein grundgeving uttan hald í
veruleikanum, skuldi ein trúð, at núverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins, fer at geva almenninginum innlit í skøl og fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum.

Á Løgtingi, 21. januar 2020
Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X