Lýsing

Stór tjóð, lítið land!

Nú skriva vit 2020, og eitt nýtt tíggjuáraskeið stendur fyri framman. Tí er tað ein sjálvsagdur møguleiki at byrja av nýggjum. Eitt nýtt tíggjuáraskeið, har politikararnir í øllum flokkunum lata tað, sum er hent vera hent, og arbeiða saman fyri fólkið og Føroyar framyvir.

Í hesum tíðum, har heimurin verður knýttur enn meira saman, og lond nærum ikki hava landamørk, er tað umráðandi, at vit standa saman sum tjóð. Tað er felagstevið, ið er umráðandi, so vit øll, óansæð politiska áskoðan, taka felags tøk og lyfta.

Flestu politikarar á tingi byrjaðu við sterkum slagorðum og einum vilja fyri landi, felagsskapin og ikki egnan lumma. Tó,  tá tíðin hjá teimum var at finna hurðina, og heiðurin enn var teirra, tyktist viljin fyri løn og eftirløn at viga meira enn virðingin fyri føroyingum og skipanini. Summir eru vorðnir lummaull hjá nøkrum av størstu fyritøkunum í Føroyum.

Tað er umráðandi, at vit flyta okkum víðari. Tað er liðugt at peika og brúka óvitaretorikk, ið vit hava hoyrt so ofta: ”Høgni segði hetta” ella ”Jørgen segði hatta”. Hvussu skal fólkið virða skipanina og politikaran, tá børn í barnagørðum  kunnu semjast ómakaleyst í mun til?

Vit eru ov fá  at vera ósamd, men ongin á tingi er klárur at fara á kompromis fyri at fáa ta breiðu semjuna – hvørki teir í andstøðuni ella teir í samgonguni. Blokkpolitikurin og stoltleikin hjá ymsu formonnunum forðar breiðsemjuni..

Nær skilja fólkavaldu politikkaranir, at vit hava brúk fyri øllum fyri at kunna lyfta hesa tjóðina. Ein bólkur kann  ikki verða útilukkaður. Vit hava tørv á fiskivinnuni og arbeiðandi fólkinum, líka so væl,  sum vit hava tørv á akademikarunum. Tað neyðugt, at vit øll lyfta saman, allir føroyingar, tí vit eru øll í sama báti. Vit eru øll so ómetaliga góð við hesar oyggjarnar. So hví kunnu politkkararnir ikki finna hetta felagsstevið?

Tað er umráðandi, at politikkarar heldur ikki halda hondina yvir eini vinnu, sama hvussu vendir og óansæð hvør vinnan er.

Vit hava tørv á øllum hondunum, og rættvísið er umráðandi. Í hesi tjóðini, men lítla landinum, eigur ikki at verða møguligt, at gjøgnumskygnið í ymisku vinnunum ikki er gott nokk. Vit eru so fá fólk. Vit kenna hvønn annan, skal tað ikki verða rættvíst fyri okkum øll?  Hví skulu tey vanligu fólkini tíma gjalda skatt í Føroyum,  tá stórar fyritøkur ikki gjalda skatt í Føroyum ? Hvar er meinigin í tí? Hvar er virðingin fyri skipanini og føroyska fólkinum? –

 

Magnus V. B. Olsen, limur í Unga Tjóðveldið

Deil hesa grein umvegis
468 ad