Lýsing

Sjókortmyndugleikin á føroyskum hondum

Tað er hugalig nýggjársgáva, vit geva okkum sjálvum. Føroyingar yvirtaka sjókortmyndugleikan í dag.

 

“Lítið yvir Føroya land
Gloymið ikki minsta blettin”

 

Hans Andreas Djurhuus yrkti sangin fyri skjótt 100 árum síðan. Vit kenna øll sangin og vøkru lýsingina av landinum. Yrkingin lýsir landakortið í skaldskapi.

 

Í fjør hátíðarhaldu vit eisini, at Merkið bleiv 100 ár. Tíðarrenningin hjá kortinum á føroyskum hondum byrjar nú, 100 ár aftan á. Í dag bróta vit upp úr nýggjum og laga nýggjar varðar. Landakortini komu á føroyskar hendur fyrr í ár, og nú nýggjársdag er tað sjókortmyndugleikin.

 

Tað er nakað serligt við bæði land- og sjókortum. Tey staðfesta, hvat okkara land fevnir um. Og tey vísa, hvar landamørkini mótvegis grannalondum eru.

 

Søguliga hava kortini eisini ofta verið samantvinna við valdi, tí mong av heimsins kríggjum og ósemjum hava snúð seg júst um landamørk, og hvar hesi ganga. Tí síggja vit eisini søguliga, at landmátarar og kortteknarar altíð vóru frammarlaga í liðinum hjá ”kongsins” monnum og luttóku á øllum landnámsferðum.

Mongu søguligu ferðirnar at finna upp nýggjar siglingarleiðir og lond hava eisini havt sum eitt av endamálunum at kortleggja heimin og meira enn so at leggja øki inn undir seg.
Eins og tað ígjøgnum øldir hevur skapt órógv, hvar landamørk eru millum lond, so rokni eg við, at flest okkara hava upplivað, at økismørkini eisini kunni gera seg galdandi millum hús, millum býlingar og millum bygdir og býir. So hetta við kortum og territorium stingur ógvuliga djúpt.

 

Yvirtøkan av kort- og landmátingarøkinum merkir, at frameftir verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Saman við yvirtøkuni fáa vit eisini dagførd talgild kort.

Endamálið er eisini at leysgeva føroyskar talgildar landafrøðiligar kortdátur, soleiðis at hesar frítt kunnu gagnnýtast av øllum- almennum sum privatum. Eisini er ein nýggj føroysk heimasíða við kortum gjørd og tikin í brúk aftaná yvirtøkuna.

 

Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er eftir mínum tykki ein týdningarmikil yvirtøka. Hetta er týðandi partur av bæði tjóðarbyggingini og okkara samleika. Somuleiðis eru kortdáturnar partur av okkara grunddátum og hava stóran týdning fyri eitt nú arbeiðið hjá bæði kommunum, stovnum, hjá okkara sjófólki og fyri okkum øll.

 

Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er hetta, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki. Og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Frameftir vera tað vit, sum skulu taka støðu í øllum hesum málsøkjum. Nú er ábyrgdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Júst hetta kemur at búgva okkum sum tjóð. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist.

Eg síggi fyri mær, at yvirtøkan fer at skapa vitanaruppbygging í Føroyum og skapar nýggj førleikamennandi størv. Soleiðis búgvast vit eisini sum samfelag.

 

Staðseting gerst eisini ein alt meira týðandi partur av gerandisdegnum. Gps verður alt meira avgerandi fyri ymisk viðurskifti, sum t.d. stýring, automatisering, bjargingartænastur, lokaliseringstænastur og náttúrueftiransan o.s.fr. Dagliga síggja vit eisini okkara ungdóm kunna um á facebook ella øðrum talgildum pallum, hvar tey eru stødd.

Vísind um staðseting, nevnd geodesi, er eisini av ST sett á skrá sum týðandi fyri allar tjóðir at leggja dent á. Yvirtøkan gevur okkum atgongd til at sita við borðið í altjóða høpi og eigur eisini at hava í sær víðkaðar møguleikar fyri bæði vinnulív og okkara mentan.

 

Taka vit til dømis staðarnøvnini, sum hava alstóran týdning bæði søguliga, mentanarliga og fyri okkara samleika og mál, so kemur yvirtøkan av kortmyndugleikanum vónandi at hava við sær stórar menningarmøguleikar. Tað verður spennandi at fylgja tí gongdini. Og okkara ríkidømi og vitan um fiskimið, streymviðurskifti, siglingarleiðir o.a. knýtt at havinum hevur alstóran týdning at fáa skjalfest og ment.

 

Mong hava roynt at lýsa, hvussu Føroyar taka seg út á heimskortinum. Í Glataðu spælimonnunum lýsir William Heinesen Føroyar, sum eitt sandskorn á gólvinum í eini veitsluhøll. Síðan lýsir hann, hvussu man við at hyggja nærri at sandskorninum gjøgnum eitt lesiglas sær ein heilan heim av fjøllum og dølum; av firðum og sundum, av fólkum og húsum. Og soleiðis er. Ein stórur heimum fyri okkum, hóast lítil blettur á heimskortinum.

Vit siga altíð, at vit eru eitt so lítið land. Men taka vit alt sjóumveldið við, so eru vit ikki so lítil kortini. Vit skulu hava í huga, at Føroyar er nr. 65 í stødd í heimshøpi.

 

Tí er tað ikki at undirmeta týdningin av yvirtøkuni av sjókortøkinum. Eg haldi ikki, at vit enn vita, hvussu nógv liggur í hesum, men tað fara vit at varnast í komandi tíðum. Við yvirtøkuni fáa vit m.a. altjóða skyldir á sjófartsøkinum, og vit fáa ábyrgdina av at máta upp og kortleggja hav- og siglingarleiðir kring Føroyar. Vit eru siglandi tjóð, og tað er í veruleikanum undarligt, at vit ikki fyri langari tíð síðan hava yvirtikið hetta so týdningarmikla økið. Føroyingar sigla á øllum heimshøvum, og vit liva av havsins tilfeingi.

 

Kortini eru nógv broytt gjøgnum tíðirnar. Hyggja vit eftir teimum elstu kortunum, so eru tey óneyv, og mangan er trupult at finna Føroyar. Tó hava tey onnur virði. Korttekning er eitt kynstur, sum er broytt gjøgnum tíðirnar. So hvørt sum vísindin hevur ment seg, eru kortini ment. Eisini hevur verið víst á, at so hvørt sum kortini gjørdist betri, tók skaldskapurin yvir, og fólk fóru at geva landinum ans og lýsa landið m.a. í yrkingum. Og kortdáturnar eru í dag í stóran mun talgildar og partur av Talgildu Føroyum.

 

Tað er ein sera góð kensla, nú vit loksins eru komin hagar, at økið er yvirtikið, og Umhøvrvisstovan formelt fær ræðið at umsita økið. Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum vara av økinum. Onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum í veruleikanum mátti venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa millum annað dagføringar av kortunum gjørdar.

 

Fyri meg snýr tað seg eisini um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd. Eg kenni meg púra tryggan við og sannførdan um, at vit megna hesa uppgávu til fulnar. Landakortini hava vit umsitið nú í knapt ár. Tá ið tað kemur til sjókortini, skulu vit til at byggja egnar førleikar upp, og tað fara vit sjálvsagt eisini at megna. Søgan kemur í hesum, eins og øllum øðrum vit hava tikið ábyrgd av, at prógva tað. Vit hava ábyrgdarfull og góð starvsfólk, sum leggja alla orku í at gera eitt dygdargott arbeiði.

 

Hans Andreas Djurhuus hevði kanska tann besta setningin í sanginum “Lítið yvir Føroya land”

 

“Um vit eru fá og smá,
kunna mið tó gerast há”

 

Hetta skulu vit hava fyri eyga. Vit mugu seta okkum høg mál, tí tað er tað, sum mennir okkum.

Eg fari at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við yvirtøkuni, og av hjarta ynski eg tykkum á Umhvørvisstovuni góða eydnu og Harrans signing við nýggju arbeiðsuppgávuni, tit nú fáa litið upp í hendur.

 

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X