Lýsing

Opið bræv til samgonguna

Orðaskiftið í hósdagin var, eftir míni meting, í mangar mátar  bæði gott og gevandi og vísti, at tað er ikki so nógv í verandi lóg, sum ósemja er um. Tað bera tey 40 broytingaruppskotini, sum eru á veg í tingið, eisini boð um.

Høvuðstrupulleikin er, sum eg dugi at síggja tað, uppboðssølan og útlendski ognarskapurin.

Eg má geva tykkum rætt í, at uppboðssølan ikki hevur virkað eftir ætlan. Tað haldi eg, at andstøðan eisini átti at innsæð. Uppboðssøla er ikki rætti vegurin hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna. Landskassin hevur verið tann hepni vinnarin har, men missurin hjá landskassanum kann bøtast við at leggja tilfeingisskatt á avreiðingarnar, heldur enn yvirskotsbaseraðan skatt.

Siga vit, at avreiðingarvirði er 3 mia í ár, hevði ein tilfeingisskattur upp á 10% (sum er ein lágur skattur) givið 300 milliónir í kassan við kassa 1 og vinnan hevði sloppið frá at spekulera uppá, hvussu hon kann fáa so lítið yvirskot sum gjørligt, fyri at sleppa undan at verða dripin í skatti, og í staðin fyri hugsavna seg um at tjena so nógv sum gjørligt. Tað er ikki neyðugt at gera tingini meir innviklað, enn neyðugt.

Sum eg skilti á orðaskiftinum eru tað fleiri av samgongufólkunum, sum ikki taka undir við útlendskum ognarskapi, men kenna seg noydd at atkvøða ímóti síni sannføring, um tað kemur hartil.

Sum skilst, ætla tit at finna útav, hvussu tit kunnu fáa útlendingarnar út yvir eitt áramál. Tað er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin eina ferð aftrat.

Útlendingarnir eru uppsagdir! Tað hevur undanfarna samgonga saman við Bill Justinussen longu syrgt fyri. Tað er longu eitt ár farið av uppsagnartíðini.

Mín áheitan á tykkum er tí, at tit taka tykkara uppskot aftur og koma við einum uppskoti um at strika uppboðssøluna í verandi lóg  og lata hana sleppa at standa sína roynd. Tillagingar kunnu altíð gerast, har tørvur er á tí.

Eg eri sannførdur um, at hetta hevði fingið fulla undirtøku í løgtinginum, tí tá høvdu øll tingfólk kent seg aftur í lógini, bæði samgonga og andstøða.

Eg taki undir við Kristiani  Andreassen, tá hann sigur, at nú er nokk kríggjast um fiskivinnuna, nú mugu vápnini leggjast, nú má friður vera.

- onnur innlegg

Rúni Hentze

Deil hesa grein umvegis
468 ad