Lýsing

Kontant avrokning: 4.000 tons í Barentshavinum og 20.000 tons av norðhavssild í einum høggi

Hvørt ár býta vit kvotur um við Noreg og Russland, har Føroyar útvega eina toskakvotu í Barentshavinum.

Vit lata hvørt ár 18.500 tons av makreli, 82.000 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norðhavssild til Russlands og Noregs. Umframt eini 6.000 tons av botnfiski undir Føroyum til norsk skip.

Afturfyri fáa vit 26.500 tons (í 2019) av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard. Hetta hava trý reiðarí havt atgongd til í mong ár.

Í fiskivinnunýskipanini er ásett, at 15% av hesum skal bjóðast út á hvørjum ári, um kvotan er 27.000 tons ella minni. Um kvotan fer upp um 27.000 tons, so skal alt omanfyri bjóðast út.

Í 2019 varð kvotan 26.500 tons í Barentshavinum og við Svalbard.

Tískil vóru 3.915 tons bjóðað út í 2019.

Í uppskotinum hjá samgonguni verða frá degi til dags hesi knøppu 4.000 tonsini givin beinleiðis til tey trý reiðaríini sum eginkvotur í 12 ár. Uttan nakra grundgeving ella viðgerð.

Hesi tonsini hava eitt árligt avreiðingarvirði á í minsta lagi 78 mió. kr.

Í 12 ár er hetta virðið ein knøpp milliard krónur. Og um kvotan hækkar, so fáa somu trý reiðarí alt tað afturat.

Norðhavssild:

Í galdandi lóg er ásett, at um sildakvotan til føroysk skip er 65.000 tons ella minni, verða 15% boðin út. Er kvotan hægri enn 65.000 verður alt omanfyri boðið út.

Tí vóru 47.000 tons av norðhavssild boðin út í 2019.

Í uppskotinum hjá samgonguni nú, verða 20.000 tons av sild løgd afturat hjá teimum reiðaríum, ið hava eginkvotur frammandan – og tey vera 12 ára loyvi.

Tað hevur eitt avreiðingarvirði á í minsta lagi 60-70 mió árliga.

Uttan nakra grundgeving ella viðgerð.

So tað er sanniliga kontant avrokning eftir eitt løgtingsval.

Hetta tilfeingið hevði annars verið ríkiligt grundarlag fyri nógvum virksemi hjá fleiri, ið vilja bjóða seg fram at vinna burturúr tilfeinginum.

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad