Lýsing

Gerið ikki sum Esav!

Í viðm. til uppskotið um nýggja fiskivinnulóg verður soleiðis grundgivið fyri tí neyðuga í at hava útlendskan kapital í føroysku fiskaiveiðuni:

Tað hava verið atfinngar ímóti ásetingunum í verandi lóggavu um fyrisiting av sjófeingi um at fáa útlendskan eigarapart úr føroysku  fiskiveiðuni. Víst hevur m.a. verið á, at ein búskapur,sum tann føroyski,  hevur tørv á beinleiðis íløgum uttanífrá og ikki á forðingum. Harumframt hevur verið víst á, at útlendskir íleggjarar kunnu geva føroyskum fiskivinnufyritøkum vitan um tøkni, prosessir, branding, fiskifør o.s.fr. (tant av mær)

Føroyska fiskivinnan hevur áhaldandi ogna sær vitan, og so sanniliga eisini upparbeitt sína egnu vitan og royndir. Føroyskir fiskimenn hava klárað seg sjálvar og haraftrat verið undangongumenn og hollir stuðlar hjá bæði grønlendingum, norðmonnum og øðrum av okkara grannatjóðum, har teir hava verið álitismenn bæði sum skiparar, stýrimenn, trolbassar o.s.fr.

Nú hava útlendingar í fleiri ár luttikið í føroyskum reiðaríum. Henda tíðin hevur prógvað, at føroysku feløgini avgjørt ikki standa aftanfyri tey við útlendskum ognarskapi, hvørki í dugnaskapi, vitan ella úrtøku.

Samanumtikið er ótrúliga torført at síggja sakligar grundir fyri, at útlendingar skulu luttaka í føroysku fiskivinnuni. Tað er ikki rætt, sum ført verður fram, at útlendingar eru komnir inn í ringum tíðum sum eitt slag av neyðhjálp. Føroyingar eru farnir gjøgnum nógvar kreppur, eisini ta størstu í Føroya søgu í 90-árunum uttan útlendingar. Hvørki Krúnborg ella Vesturvón vóru í fíggjarligari trongstøðu, tá teir handlarnir fóru fram. Íløgurnar vóru heilt týðiliga strategiskar. Feløgini við útlendskum ognarskapi sita í dag á meir enn helminginum av uppisjóvarfiskinum, 2/3 av Barentshavinum, mest sum øllum Flemmish Cap og meginpartinum av feskfiskaflotanum

Tað verður nógv tosað um eftirlit av hesum feløgum. Men tað loysir ikki málið. Hesi feløg gera neyvan annað enn tað, sum lógin heimilar, men lógin bestemmar ikki, hvør hevur maktina í feløgunum og hvør í veruleikanum hevur ræðisrættin. Tí er tað lógin, sum má broytast soleiðis, at útlendingar fara úr veiðiliðinum, og tað var væl tí, at veiðiloyvini blivu uppsøgd í 2007.

Tað er tí óskiljandi at samgongan nú ætlar ikki bara at annulera uppsøgnirnar av útlendska ognarskapinum, men enntá at lata upp fyri enn størri útlendskari luttøku í fiskivinnuni, við at bjóða teir seinastu uppisjóvarfiskarnar út á uppboðssølu.

Eg havi einki ímóti, at uppboðssølan verður avtikin, men eg taki ikki undir við tí endaligu uppboðssøluni, sum samgongan ætlar at fremja. Øll loyvir, sum eru galdandi í dag, eru latin uttan gjald. Tí er tað ikki meir enn rímiligt, at tann parturin, sum ætlanin er at selja, verður latin uttan gjald sum menningarkvotur til tann partin av flotanum, sum einki eigur at keypa  fyri, men hevur stríðst og baksað við at halda høvdinum í vatnskorpuni og veruliga hevur brúk fyri øktum veiðimøguleikum. Her hugsi eg um trolarar og línuskip hjá smáu  feløgunum, sum enn ikki eru uppkeypt av feløgunum við útlendskum ognarskapi. Við at lata hesi feløgini fáa kvotuna, fáa tey ein góðan møguleika at menna seg. Hetta hevði samstundis gjørt, at loyvini vórðu spjadd til tey øki í landinum, sum eru ringast fyri.

Tað er ábyrgdarloysi út um alt mark, at hurla hetta álvarsmál ígjøgnum fyri jól saman við fíggjarlógini og øllum øðrum.  Fiskivinnan klárar væl ein mánað aftrat undir verandi skipan, um tað er tað, sum skal til fyri at fáa stabilar karmar, og teir fáast bert, um breið politisk undirtøka fast fyri uppskotinum. Heimurin gongur heldur ikki undir, um Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi á nýggjárinum, ella verður framlongdur ein mánað.

Søgan endurtekur seg
Tá bankarnir fyrst í hesi øldini løgdu trýst á politiska myndugleikan fyri at fáa loyvi at flyta bankakervið av landinum, vóru líknandi grundgevingar nýttar, sum tær omanfyri endurgivnu. Samgongan, ið tá sat, vildi ikki ganga bankunum á møti, tí hon sá, at hetta fór at gerast eitt óbótaligt bakkast fyri føroyska kt-vinnu. Bankarnir førdu hinvegin fram, at hetta fór at  menna kt-vinnuna!

Tá val hevði verið, og nýggj samgonga skipað, fingu bankarnir sín vilja, og bankakervið fór av landinum. Tað vísti seg tó skjótt, at henda avgerð var ein bjarnatænasta fyri kt-vinnuna og føroyska samfelagið, men tá vendist ikki aftur.

Vit vita, at undanfarna landsstýrið var undir hørðum trýsti frá útlendskum myndugleikum og íleggjarum um at sleppa ætlanini at banna útlendskan ognarskap í føroyskum reiðaríum, men landsstýrið helt fast um avgerðina.

Tað er bláoygt at halda, at sitandi landsstýri ikki er undir sama trýsti. Sum tað sær út í løtuni, er líkt til, at landsstýrið er við at  hoykna undir trýstinum.

Undir orðaskiftinum á tingi í 2007, tá ið táverandi landsstýri hevði lagt uppskot fram um at gera veiðiloyvini rullandi, segði mín góði vinur, Heini O. Heinesen, sáli, hesi vísdóms orð: ”Gerið ikki eins og Esav, sum fyri einans verð seldi frumburðarrætt sín.”

Henda ávarðing hjá Heina er háaktuell í dag!

Rúni Hentze

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X