Lýsing

Beinta vil hava svar uppá fundin við kinesisku sendistovuna!

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um fund við kinesisku sendistovuna, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hví var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fundinum við kinesisku sendistovuna í november?

2. Hví var landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki á fundinum?

3. Hevur landsstýrið/løgmansskrivstovan ella onnur aðalráð ráðført seg ella samskift við danska uttanríkismálaráðið í sambandi við fundin og nógv umrødda fútabannið?

4. Um svarið til spurning 3 er ja, hvør var so tilráðingin hjá danska uttanríkismálaráðnum?

Viðmerkingar:

Nógv hevur verið tosað og gitt seinastu vikurnar um nógv umrøddu fundirnar, ið løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava havt við kinesisku sendistovuna. Hvat tosað hevur verið um á fundunum er ógreitt, men kortini er tað áhugavert, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur lut á fundinum, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki var á fundinum, sambært tí, ið er komið fram í miðlunum.

Á Løgtingi, 10. desember 2019

Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X