”Tit skulu arbeiða meira”, sigur Fólkaflokkurin við fólk
Tað skal loysa seg at arbeiða, sigur Fólkaflokkurin. Men tað, sum Fólkaflokkurin í veruleikanum sigur er, at ”tit skulu arbeiða meira”. Tit, ið eru lág og miðallønt. Tí tit fáa einki frá Fólkaflokkinum, uttan at tit slíta tykkum sundur, bæði, tá tit eru til arbeiðis,og tá tit eru vorðin pensjónistar.
Hvør fekk mest burtur úr flatskattinum hjá Fólkaflokkinum? Jú, tað vóru tey, ið tjentu mest. Skuldu tit við lág og meðalinntøku hava nakað burturúr, skula tit arbeiða uppaftur meira enn tit longu gera. So meðan ein, sum tjenar hálvstrýsstúsund sá, at bankakontan vaks, uttan at hann arbeiddi meira, so mátti eitt flakafólk skræða seg sundir, um nakar hugsiningur skuldi vera um at fáa flatskatt. Hjá eini vaksikonu bar tað neyvan til, tí tær fáa ofta ikki nóg nógvar tímar. Men Fólkaflokkurin sigur: ”Tit skulu arbeiða meira”.
Sama ger seg galdandi, nú Fólkaflokkurin fer at geva ríkum pensjónistum meira. Hugsi tykkum ein timburmann, sum hvønn dag lyftir tilsaman kanska hundrað kilo ella meira av timbri. Hvussu leingi orkar hann at arbeiða fulla tíð, eftir at hann er vorðin 67? Neyvan longi. Ein kvinna, sum hevur arbeitt sum heilsurøktari. vaskikona ella flakakona, og slitið sær rygg, akslar og armar, hvussu leingi orkar hon at arbeiða eftir at hon er vorðon 67? Neyvan longi. Men fáa hesi nakað frá Fólkaflokkinum, nei.
Hinvegin, hugsi tykkum ein tænastumann ella ein stjóra, sum væl orkar at arbeiða fulla tíð eftir at hann er vorðin 67, ja hann skal hava eina ordans gávu frá Fólkaflokkinum. So umframt høgu føstu lønina, eina góða pensjón og annað, ja, so fær hann 2000 krónur um mánaðin frá Fólkaflokkinum.
Og Fólkaflokkurin sigur við pensjónistarnar:” Tit skulu arbeiða meira”. Tí ein útslitin pensjónistur, ið ikki hevur tjent nóg nógv til at hava eina góða pensjón, hann skal hava minni, og ein tænastumaður, sum als ikki hevur rindað egna pensjón, ja, hann skal hava eitt sindur meira, heldur Fólkaflokkurin.
Vit skulu hava virðing fyri øllum, ið hvønn dag fara til arbeiðis, men hví er tað so umráðandi altíð at løgga teimum, ið hava nóg mikið frammanundan. Hví skal ein tænastumaður hava tað sama, sum ein timburmaður í pensjón. Ein tænastumaður fær kanska einar 25túsund um mánaðin í pensjón og orkar at arbeiða eftir at hann er pensjóneraður. So hví skal hann hava meira, meðan ein flakafólk, ið als ikki hevur havt ráð at spart upp til pensjón, skal hava minni?
Men Fólkaflokkurin sigur við lág og meðallønt. ”Tit skulu arbeiða meira”.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi