Lýsing

Sterkur listi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ein sterkan, javnan og umboðandi lista til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er liðugt við uppstillingina til býráðsvalið í Havn. Felagið hevði triðja og seinasta uppstillingarfund mánakvøldið 29. august. Tá góðkendi uppstillingarfundurin ein sterkan og javnan lista við 8 kvinnum og 9 monnum, sterkari økisumboðan og breiðari aldurs- og yrkissamanseting. Sambært...

Read More
Mín góði býur
Sep10

Mín góði býur

Eg eiti Rasmus Steintórsson Biskopstø og havi síðani barnaárini havt áhuga fyri politikki og samfelagnum. Av somu orsøk havi eg ognað mær útbúgving í sosialvísind og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetri Føroya. Eisini havi eg nakað av royndum innan námsfrøðilig størv og tænastuvinnuna í Norðoyggjum. Eg eri 24 ára gamal og búgvi í Klaksvík, og elski at búgva og virka í einari fjølbroyttari kommunu, sum ber dám av bjartskygni og...

Read More
Um at vera ungur og grønur
Sep09

Um at vera ungur og grønur

Umhvørvispolitikkur verður alt ov ofta gloymdur í Føroyum, bæði frá kommunalari og landspolitiskari síðu. Tað er vón fyri framman, nú SEV hevur samtykt, at øll elframleiðslan skal vera grøn í 2030, og tað er gleðiligt. Men Tórshavnar kommuna eigur at seta sær sum eitt aðalmál, at gerast ein veruligur grønur miðdepil. Grøn orka og orkupolitikkur sum heild, verður ofta settur upp sum nakað, ið kostar nógv, og sagt verður, at “Føroyar er...

Read More
Vit tryggja góðu kósina!
Sep08

Vit tryggja góðu kósina!

Fleiri og fleiri velja Klaksvíkar kommunu sum sín heimstað, tí vit eru á góðari kós. Við ferð flyta vit okkum inn í framtíðina, miðið er framburður og ýtini eru trivnaður og ymiskleiki. Sum størsti flokkur í býráðssamgonguni hevur Tjóðveldi seinastu fýra árini verið garantur fyri kósini – og vit vilja framhaldandi gera tað upp aftur betur at liva og virka í Klaksvíkar kommunu. Hetta gera vit í góðum samstarvi við vinnulív, eldsálir og...

Read More
Bardagin ímóti rúsevnum
Sep08

Bardagin ímóti rúsevnum

Seinastu tíðina hevur Sosialurin varpað ljós á ung og rúsevnir, og í gjárkvøldið varð skipað fyri pallborðsfundi um evnið í Miðlahúsinum. At hetta er ein trupulleiki, ið skal takast í álvara, fingu vit umleið hálvtannaðhundrað áhoyrarar fleiri ítøkilig dømi um á tí stívliga tveir tímar langa fundinum, sum eisini varð sendur beinleiðis á Rás 2. Hugaligt var tó samstundis at hoyra umboð fyri løgregluna staðfesta, at talan tíbetur ikki...

Read More
Kommunupolitikkur stóran týdning
Sep05

Kommunupolitikkur stóran týdning

Kommunupolitikkur stendur hjá mongum borgarum í skugganum av landspolitikki. Orsøkin er helst, at fjølmiðlarnir gera nógv meiri burturúr lands- enn kommunupolitikki. Nógvar kommunur gera heldur ikki serliga nógv við at kunna borgarar og onnur um tað, sum tær fáast við, hóast tøkniligu amboðini til tess ongantíð hava verið betri enn í dag.. Hóast hetta, er tað umráðandi at fáa bæði ung og eldri at skilja, at kommunupolitikkur er...

Read More