Undir hesum bredda liggja flestu greinar hjá Tórbirni. Uppskot og munnligir fyrispurningar eru at finna undir Tingarbeiði.
Sjónvarpið hevði í gjárkvøldið samrøðu við samfelagsfrøðingin Jóanes N. Dalsgaard - um fólkatingsumboðanina hjá føroyingum. Hann róði framundir, at tey bæði valdu umboðini gjørdu lítið annað enn at profilera seg sjálvi, og at fá ítøkilig úrslit sóust av teirra viksemi. Nú ber tað tíanbetur til at vera samdur og ósamdur í demokratinum, tó kennist hetta sum eitt merkiliga kategoriskt úttalilsi frá einum samfelagsfrøðingi.
Eitt tjóðveldisumboð hevur sjálvandi skyldu til at profilera flokkin og politikk hansara. Tað hava umboðini roynt í fólkatingssalinum, í nevndum og sum umboð føroyinga annars í alskins málum, síðani vit í hesi syftuni fingu umboðan á danatingi á heysti 2001. Tíðin, táið stóri róðurgangarin Erlendur Patursson umboðaði flokkin og føroyingar í sjeytiárunum, var ikki lakari í so máta. Avmarkað er tó, hvussu mong ítøkilig úrslit, ið fáast burturúr, táið tú situr sum einsamalt umboð millum 178 onnur, hartil í andstøðu. Ella sum í okkara føri 3 av 179 umboðum. Men politikkur er eisini ein spurningur um seiga, virkna og áhaldandi ávirkan. Drúgt er tað, ið drýpir. Ongin ivast í dag um, at skipanin av Norðuratlantsbólkinum hevur verið mest sjónska umboðið føroyingar hava havt á tingi dana síðani Erlendur og hin legendariski Jóhan Nielsen, javnaðarpresturin úr Sandvík, vóru millum kendastu menn á tingi og tvey sera gott umboð fyri føroyingar í ríkisins metropoli.
Nú mega vit vóna, sum Høgni hevur fráboðað, at hetta verður seinasta ferðin føroyingar fara at velja umboð í Fólkatingið. Uppgávan hjá tjóðveldisumboð(u)num fer í hvussu er áhaldandi at vera, at standa á kolonialistisku og imperialistisku líktornunum hjá sentralmaktini í Keypmannahavn, fram til tann dagin frælsi staturin Føroyar verður skipaður. Vit haka ikki í fyrrenn tað ítøkiliga úrslitið sæst og fæst.
Stutt eftir at Norðuratlantsbólkurin var stovnaður, 31. oktober 2002, segði fyrrverandi javnaðarformaðurin, núverandi næstformaður á tingi og ein av kendastu umhvørvispolitikarum í heiminum, mín góði vinur Svend Auken, soleiðis á eini ráðstevnu sum bólkurin skipaði fyri inni á valdsborgini sjálvari:
”En af de virkelig spændende nyskabelser, eller rettere sagt, den spændende nyskabelse, der skete efter valget den 20. november i sidste år, er selvføgelig ikke dannelsen af VK-regeringen, men det var dannelsen af Den Nordatlantiske Gruppe.”
Síðani er nógv vatn runnið í ánna, og streymurin av uppskotum, fyrispurningum, ráðstevnum og øðrum virksemi hevur bara verið tiltakandi, ikki minst einum góðum sekretariati fyri at takka. Í hesum førinum kunna tjóðveldisvalevnini í hvussu er siga sum tey mest íhaldnu, vit vita hvat vit hava og ikki hvat vit fáa, um illa skuldi vitað við.
Annars fæst hópin meiri vitan um Norðuratlantsbólkin á www.dnag.dk
Tórbjørn Jacobsen
Veit ikki um ein koloni elur fram ein heilt serligan kultur, sum ger tað møguligt, at spadsera inn í martýrleiklutin av sær sjálvum, uttan at hava barst fyri eini sak, ella eftir at vera deyður í einum heroiskum bardaga fyri máli, sum viðkomandi trúði á og bardist framímóti.
Sápuopran, sum í hesum døgum verður framførd sum præambul til eitt væntað og vónað martýrium, er besta dømi um, at hugtøk hava ikki somu meining - sama innihald - í suverenum statum sum í hjálondum.
Aspirantarnir, sum halda seg vera búnar til salvannar, eru: Kristian Magnussen, Sverri Midjord, Vilhelm Johannessen, Gerhard Lognberg, Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, Kjartan Joensen, Jørgen Niclasen, Hendrik Old, Marius Dam og Alfred Olsen. Teir halda seg vera órættvíst offraðar á valskipanaraltarinum, og spæla nú leiklutin hjá pínslaváttinum. Hví fer ongin miðil undir húðina á hesum sjálvkonstrueraða martýrium, sum er størsta lívslygnin í Føroyum í mong ár?
Edmund leggur uppskotið fram um hitt eina valdømið. Kinkur kemur í, og á kreppurfundi verður málið gjørt til eitt samgongumál, táið teir fimm: Jørgen, Kristian, Kaj Leo, Jóannes og Jacob semjast um fyribils at halda fast um 7 valdømi - við einum umdømisvaldum tingmanni afturat í Suðurstreymoy. Heldur semjan ikki allan vegin ígjøgnum, so lovar Eidesgaard samgongumonnunum, at val verður útskrivað. Men tað skal skjótt vísa seg, at hann spelar avstað á tveimum rossum, og at hann er meira hugaður fyri at sita á rossinum hjá Edmundi. Tað avdúkar hann í samrøðu við John William á Norðlýsinum. Tá krøkti hann Kaj Leo av, sjálvandi tilvitað, og kanska avtalað?
Teir, sum trúðu løgmanni, gjørdust sjónliga meiri frustreraðir, sum dagarnir gingu, - stóðu meiri at kalla sum masfoss. Ernaðust nakað, táið teir fóru undir at hótta við báli og brandi. Nývali og misáliti. Krútið man tó hava verið íðan vátt, tí har kom onki undan væðingini, ella er valdsrákin teimum ov søtur í nú´inum?
Í demokratiskum skipanum finnast tvey ultimativ vápn, sum sjáldan verða brúkt. Nýstlan av teimum er øvut proportional við hvussu væl fólkaræðisskipanin virkar. Verkfalsrætturin á arbeiðsmarknaðinum og misálitið í politisku skipanini.
Vildi 11-mannaða samgonguherliðið steðga uppskotinum um hitt eina valdømið, so var tað bara ein spurningur um vilja, dirvi og áræði. Teir og bara teir sótu við amboðnum í hondunum. Amboðið, sum er smíðað til tað sama: Misálitið á stjórnarleiðaran - løgmann. Løgdu teir tað fram hendan dagin, varð viðgerðin av valskipanaruppskotinum steðgað alt fyri eitt, - uppskot um misálit hevur altíð fremstu raðfesting. Var undirtøka fyri tí, hevði parlamentið trýst Eidesgaard til at útskriva val á sama tingfundi, og uppskotið um eitt valdømið var horvið sum døgg fyri sól, og løgtingsval hevði aftur verið í 7 valdømum.
Tey 11 andstøðufólkini høvdu sjálvsagt atkvøtt fyri misáliti á løgmann. Politikkur snýr seg um at fáa vald til at stjórna samfelagnum samsvarandi egnum hugsjónum og visiónum. Tí er als ongin ivingur um, at hesar 11 atkvøðurnar vóru tryggar í posanum hjá teimum 11 samgongumonnunum. Tvs., at høvdu hesir nú sjálvsútnevndu pínslaváttar havt eitt minstamark av mansdirvi hendan dagin, vistu teir, at 22 av 32 atkvøðum høvdu felt løgmann og harvið hitt eina valdømið. Ryggurin hoyknaði tó sum ein donsk medistarapylsa á øllum somlum, táið avgerandi stundin var har. Uppaftur verri er, at summir av hesum kallunum nú eru farnir at brúka hesa løgnu og veiku støðu opportunt í retorikkinum, fyri at gera seg til serliga útvaldar umboðsmenn fyri útjaðarin í Føroyum. Eg meini tað, alt kann henda táið bardunirnar bresta á ýtunum, sum man ikki tordi at stevna upp ímóti, táið tað veruliga galt.
Onkur vil helst spyrja, hví andstøðan ikki legði misálitið fram, táið hon so treytaleyst hevði atkvøtt fyri tí, kom uppskotið frá sviknu samgongumonnunum? Vælsaktans tí at vit ikki vistu, um vit vóru fleiri enn 11, av tí at onki, als onki, signal var komið um, at undirtøka fór at vera fyri einum uppskoti av hesum slagnum. Og táið vit vita, at tað diametralt øvuta av misáliti er álit, tá høvdu vit spælt hazard við hvassasta vápninum í parlamentarisku skipanini yvirhøvur.
Trupulleikin í málinum hjá 11-samgongubandanum er, at teir høvdu ikki dirvið at fara ígjøgnum eld og vatn fyri sínar hugsjónir, táið løtan var har, og soleiðis heldur man seg kunna gerast pínslaváttur í koloni´ini Føroyum, og tað sigur ikki so lítið um forkølaðu fólkarættarligu støðuna, sum Kongeriget for såvidt angår Færøerne er í.
Ivist annars onga løtu í, at tjóðveldishugsjónin verður eitt sterkari amboð í hesum eina valdøminum enn í teimum sjey. Besta dømi er Fólkaatkvøðan 14. September 1946, har meiriluti var fyri loysing og so løgtingsvalið seinri sama árið, har sambandsflokkarnir vunnu greiðan meirilutan. Sum Sigurð Joensen segði í útvarpinum: Tá smokkaði yvirskipaði tjóðskaparpolitikkurin frá fólkaatkvøðuni aftur niður ímillum vegir, havnir og lendingar-áhugamálini úti í einstøku valdømunum. Nú ræður bara um at definera seg við skili til eina nýggja tíð.
Tórbjørn Jacobsen
Havi fyrr sammett føroyingar og heimastýrisskipanina við hvítu mýsnar, sum í stuttleikagørðum vera brúktar til at undirhalda teimum vitjandi.
Í lokaðum, glaraðum og gjøgnumskygdum karusellum leypa tær trin av trini, geberda sær sum frægast og tykjast at trívast soleingi eigararnir, og tey sum defilera framvið, lata teimum okkurt til matnað og klappa og skemta sær hvørja ferð lopið verður av niðasta yvir á næstniðasta trin. Soleiðis renna tær úr vøggu í grøv. Enda hvørja ferð í tyngdarpunktinum aftur. Niðast, og einasta treytin fyri at hetta kann halda fram er, at fóðurleveransan er støðug. Sum vituligt er, kátt lær høvur av fullum maga, og leiðin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin. Verður leskað hóskandi, er ongin vandi fyri, at tær gera uppreistur og bróta glarmúrarnar íkring seg, og harvið gerast ein hóttan fyri áskoðarar og onnur.
Fyri tveimum árum síðani legði undirritaði uppskot fram á Fólkating, ið hevði til endamáls, at tingið álegði donsku stjórnini at fráboða altjóðasamfelagnum, t.v.s. ST, tann veruleika, at føroyingar áttu sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti. Uppskotið var sveipað av borðinum. Eindarlistin og Socialistiski Fólkaflokkurin tóku undir við uppskotinum ímeðan serliga stjórnarflokkarnir bokslaðu tað út av tingi. Har var ongin bøn.
Ímeðan pávin hevur ligið til tað seinasta hava mong havt tað fatan, at eisini heimastýrislógin var komin á deyðsmótið, nú sólkongurin av Tvøroyri støðugt hevur flutt seg úr einum stað í annað á norðaru hemisferuni. Undirskrivað markaskjøl í Fámjin og í Keypmannahavn. Sjálvstýrismálið er loyst, sigur Eidesgaard í samrøðu við Sosialin fríggjadagin. Og øll fagna manninum, sum loysti tjóðskaparmálið endaliga. Fjølmiðlafólk og politiskir leiðarar standa í fremstu røð og í ovfarakæti vælsigna teir yvirlýsingina hjá Anders og Jóannesi.
Jenis av Rana tó undantikin. Og hesaferð má eg viðurkenna, at eg eri so sára samdur við manninum av Rananum. Løgið, at hann skuldi vera hin einasti sum átti so frætt av politiskari kynismu og klárskygni, at hann kundi gjøgnumskoða glantrileikin hjá oddvitanum í borgarligu sambandssamgonguni. Tí vituliga er hetta ikki annað enn ein skúmbanan Jóannes er komin heimaftur av flatlondum við. Hann sá nú heldur ikki heilt álvuligur út, táið hann nærkaðist borðinum og skuldi skriva undir inni á bonaðu gólvunum á Sláturhólmanum. Og myndin úr Fámjin svíður framvegis í eygunum. Johan Dahl og Hendrik Old skjaldsveinar táið føroyska sjálvstýrismálið verður loyst?Annaðhvørt er hend ein politisk metamorfosa ella er alt bara í sínum gamla lagi.
Og tað er tað sambært sambandsoddinum Kaj Leo Johannessen. Ikki ein stavur, ikki eitt komma og ikki eitt punktum er broytt í viðurskiftunum millum londini bæði, ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri. Sigur Kaj. Og ivaleyst hevur hann rætt.
Stjórnarskipanarliga statusið hjá Føroyum er enn hitt sama. Heimastýrislógin. Her er onki broytt. At gera nakrar mannagongdir smidligari, um tú ætlar at gera nakrar broytingar í eini verandi skipan, er ongin politisk hending. Bara ein praktiskur foranstaltningur, sum ikki hevur uppiborið hetta bláoygda festivitasið, sum hevur kjálkað seg íkring felags yvirlýsingina.
Einasta sum kundi verið eitt frambrot, er orðingin um sjálvsavgerðarrættin. Tann ballónin er nú eisini punkterað, eftir at teir tríggir, Halgir, Ole og Guðmundur hava staðfest, at hetta eittans er eitt skjal ímillum hjálandaveldið og hjálandið, sum ongan lykil hevur til heimssamfelagið og tí ikki fær brúkt hesa “viðurkenningina” til nakað sum helst.
Tað ber til at royna málið. Høgni Hoydal kundi lagt gamla málið um sjálvsavgerðarrættin framaftur á Fólkating. Soleiðis kundi viljin hjá donsku statsmaktini verið nároyndur. Stúri fyri, at lagnan verður hin sama sum seinast, og tá eru orðini hjá Bóndanum enn einaferð prógvað, um hvussu dystin lærdir í stjórnarleiki danir eru, og hvussu væl tað aftur hesaferð eydnaðist teimum at lumpa politiskt góðtrúnar føroyingar.
Teinurin inn í republikkina er hin sami í dag sum fyri viku síðani. Einasta broytingin er, at Anders Fogh Rasmussen kom við smyrjukannuni, nú tað hvein í so illani í navinum á karusellini. Nú melur betri og lagaligari og mýsnar stuttleika sær sum fyrr, og tað seyrar so hóskiliga úr donsku fóðurpatrónini, soleiðis at ringreiðin, karusellin, ongantíð steðgar, og hesi smáu dýrini ikki gera seg inn á glaraðu karmarnar. Tað er ivaleyst rætt at avtalan er eitt amboð. Men er ongin vilji til at brúka amboðið, tá er yvirlýsingin hvørki til bót ella bata. Nú fáa vit so at síggja hvat stendur í lógaruppskotinum, sum kemur í kjalarvørrinum av øllum hóvastákinum farnu vikuna. Tað fer at spyrjast.
Al-Fatah-partisanarnir hava sníkt seg inn í bretsku høvuðsborgina. Elta fremsta ísraelska kjarnorkuserfrøðingin. Ein av oddamonnunum á atomdeplinum í Negev-oyðimørkini. Har hildið verður, at gýðingarnir hava sínar vandamiklu vápnagoymslur. Hann er á fyrilestrarferð í Onglandi. Ímeðan hann ger burturav síni vísund, í háskúlans auditorium, tveita militantu sveinarnir hjá Yasser Arafat eina úrtryggjaða hondgranat inn í gjøgnum ein glugga, og Mossad agentarnir eru ikki ráðaleysir, heldur durkdrivnir, harðir og disiplineraðir. Hin eini blakar seg omanyvir spreingiknøttin, og í somu løtu ljóðar ein hvøllur brestur, sum skakar universitetið og alt grannalagið. Maðurin fór í spønir. Professarin varð bjargaður. Gjørdi seg liðnan og vendi heimaftur, fyri at menna eirindaleysa vápnið, sum ísraelar halda seg hava tørv á, skula teir standa hinum londunum í Miðeystri kurl. At ein trygdarvørur mátti tyggja lív, gjørdi ongan mun. Har standa tjóðarinnar áhugamál altíð omanfyri áhugamálini hjá individinum. Soleiðis minnist eg eina kykmynd fyri nógvum árum síðani.
Og nú brast aftur í London. Sorg og tregi. Heimurin er skakaður. Hin heilaga altjóðagerðin hevur eisini sínar vansar. Sohvørt sum verðin minkar, samskiftismøguleikarnir vaksa og gjógvin millum ríka og fátæka heimin víðkast, sortnar rangan á medaljuni. Heilatváttu sveinarnir hjá Osama Bin Laden ganga í gjøgnum heilt. Kenna sær ikki hógv. Um tað eru sek ella ósek menniskju, ið standa fyri teirra tramanskapi, ger teimum ongan mun. Opnu fólkaræðini vestanfyri eru vorðin ein tilvildarlig skotskiva fyri atsøknum frá fundamentalistiksum dreingjum, fostraðir upp við krígsgalni, fanatismu og vanræðslu - í cellum í Yemen, Afganistan og Iraq. Eru vorðnir ein hættislig andvág til primitiva kóvboyaran í Hvítu Húsunum, ið stjórnar heiminum, sum var hann instruktørur í einum discount filmi – einum spaghetti western.
Grikkin Antonis Samarakis sigur, í einari av stuttsøgum sínum, frá um ein mann, sum legði sær leiðina inn á eina café. Hann set