Jólatoskur
- fiskidagaskipanin.
Er hetta verðsins besta skipan?
Verður eingin jólatoskur?
Eru vit teir størstu toskarnir?
Eru toskarnir væl nøgdir við fiskidagar, ella vilja teir heldur svimja frítt runt og ikki vera ein hóttur stovnur?
Hvussu við útróðrarmonnunum? Sera lítið av toski er at fáa, eingin várróður, slettis eingin gýting í fleiri ár. Við hýsuni er sama skilið, tú fært bert smáa hýsu og lítið er til. Um fiskidagaskipanin er gjørd fyri at verja stovnarnar, so riggar hon ikki. Hvat hava vit so eina slíka skipan til? Løtt at umsita, sera fáir skipabólkar verða raktir av avmarkingum, næstan allir eru sera væl nøgdir, frítt fiskarí.
Ein bólkur, sum hevur verið størri, enn hann er í dag, er ikki væl fyri. Tað eru fiskastovnarnir. Tað eru fleiri ár síðani, at ávaringarklokkurnar fóru at ringja. Toskur, hýsa og upsi rópa um hjálp. Nøgdin, sum kemur uppá land, minkar, og tað, sum er eitt greitt dømi um, at ein stovnur er alt ov hart troyttur, er, at støddin á fiskinum minkar, men eingin uttan fiskifrøðingarnir latast um vón.
Politikarar blíva samdir at minka veiðutrýstið 1%, so koyrir tað víðari, sjálvt um allir, sum fiska, vita, hvønn veg tað ber. Gýtingarstovnurin av toski er næstan heilt burtur og hevur verið tað í fleiri ár. Um vit klára at fiska tann seinasta toskin, ivist eg í, men um vit blíva við at taka meir av toskastovninum, verður ringt hjá honum at koma fyri seg aftur. Eg havi verið við, tá alt gekk galið, tað er ikki ein ynskistøða at koma í.
At fáa hjálp frá einum íslendskum filosoffi og skúgva okkara fiskifrøðingar burtur, sigur nógv um støðuna. Fiskivinnupolitikkurin verður førdur eftir lummafilosofi-hugsjónini. Tað skulu heilt aðrir tankar til.
Vit mugu seta okkum heilt onnur mál.
Vh. Sonni