Avsannaðar aprílsøgur
Skrøggið hevur fingið sendandi eina ørgrynnu av avsanningum um aprílsøgur frá politisku flokkunum – tí, at hópin av fólki hevur vent sær til teirra í teirri trúgv, at talan hevur verið um at lokka fólk apríl.
Frá Showveldinum
Vit skulu hervið sakliga og djúptøkið og við klokkuklárum mannagongdum og treytaleysum nærlagni avsanna, at tað er ein aprílsøga, at Løgni Hov-hovdal hevur verið heima í Føroyum í meira enn eitt heilt samdøgur, áðrenn hann aftur fór niður á danating at berjast móti vindmyllum.
Tað passar altso! Hann var heima frá leygarmorgni til mánamorgun í hesi vikuni!
Vegna Showveldi
Herverk Nielsen, løgtingsformaður
---
Frá Javnarablokkinum
Nei, tað er ikki ein aprílsøga, at Javnarablokkurin hevur tikið undir við, at pensjónistar, einkjubørn, lesandi og barna- og familjudeildin á Barnaheiminum, skulu skerjast.
Tað er nemmeliga neyðugt, tí at showveldisfólk og Sosoljalurin og Agnið Laksáross eru úti eftir okkum allatíðina, og tí at Løgni Hov-hovdal er ein innbrotsjóvur!
Annars so fer tað at lýsa í eystri, so skjótt fólk halda uppat við at kanna, um øll tey tíðindaskriv, sum eg sendi, hava nakað samband við veruleikan og tá Sosoljalurin aftur fer at skriva tað, sum vit vilja hava tey at skriva.
Vegna Javnarablokkin
Don Juannesen, forharmaður í vinglibólki Javnarabloksins
---
Frá Dólgaflokkinum
Floyri hava spurt meg, um eg bara havi lokkað fólk apríl, tá eg havi hótt við at taka meg úr samgonguni, tí at fólkaflokslandsstýriskvinnan, hevur lagt oytt danskt uppskot fyri tingið, sum endurtekur og herðir §266B í revsilógini.
Eg voyt ikki, um eg tími at svara uppá hattar har. Men okey, eg skilji uppá oyn máta væl, at onkur heldur tað er oytt sindur løgið at taka seg úr samgonguni í mótmæli móti oynum uppskoti frá Fólkaflokkinum í landsstýrinum. Men hví skulu fólk altíð spyrja soloyðis? Og blíva við og við at spyrja?
So kann eg bara svara, at tað er ikki oyn aprílsøga. Eg ætli mær ordiliga at fara úr samgonguni, um landsstýriskvinnan hjá Fólkaflokkinum ikki tekur uppskotið aftur. Okey, eg kundi kanska havt lisið uppskotið, tá eg fekk tað til hoyringar, men tað er ikki alt man skal lesa, ha? Hví skal man altíð lesa og lesa?
So, ja... Eg ætli mær veruliga at gera nakað við hettar her og gera mína støðu groyða. Eg haldi slett ikki, at hettar er í lagi! Yvirhøvur ikki! Og so blíva tit við og við at spyrja og spyrja og spyrja, men eg haldi bara tað... (stytt av redaksjónini)
Vegna Dólgaflokkin
Krógvahann á Lakinum
---
Frá Sambandsblokkinum
Nei, tað er ikki ein aprílsøga, at Kaj Lego Johannesen er løgmálmavir í Føroyum!
Tað passar veruliga!
Vegna Sambandsblokkin
Agnið Láksáross, grønur skóti í Sambandsblokkinum
-----
Váttaðar aprílsøgur
Skrøggið hevur eisini fingið hópin av váttanum um, at fólk eru lokkaði apríl, hóast tey hava trúð uppá søgurnar:
Frá Showveldinum
Til øll tey, sum hava trúð uppá søgurnar um, at vit ætla at koma yvir 1946 og hyggja frameftir, og at vit fara at gevast at tosa um økisfriðingar og imperialismu, mugu vit bara siga:
Apríl!
Vegna Showveldi
Løgni Hov-hovdal, Torpedo Snakkobsen og Soyni O. Hoynesen
----
Frá ABC-samgonguni
Til øll tey, sum hava trúð uppá, at vit meintu nakað við at satsa uppá útbúgving, vælferð og gransking, kunnu vit bara siga:
Apríl, apríl! Lumpaði, ha?
Vegna ABC-samgonguna
Kaj Lego Johannesen, Móðanes Neidesgaard og Nørdginn Nubblasen
----
Filmssýningar í Havnar TingBio hesa vikuna (beint yvirav Havnar Bio):
Mánadag:
Mission Impossible
v/ Móðanes Neidesgaard, fíggjarmálaráðharra
Týsdag:
Manden de kaldte hest
v/ Johan (Dh)Al-Capone
Mikudag:
Navarones kanoner
- í hjáleikluti sum kanón: Torpedo Snakkobsen
Hósdag:
Farven Lilla
– í høvuðsleiklutinum: Sehrhard Lognberg, ið øsir seg um Sandoyartunnilin
Fríggjadag:
Bambi
v/ Kaj Lego Johannesen
Leygardag:
Mænd der hader kvinder
v/ tingmanning Biðfloksins: Nemessiss Av Rana, Hill-Billy Justinussen og Kassin Hansen
Sunnudag:
Titanic
v/ ABC-samgonguni
-----
Topp 5 – tónleikalistin hesa vikuna:
1. Still crazy after all these years:
v/ Ólag Breckmann, eykatinglimi Dólgafloksins
2. Her er gott at svansa:
- Kvæðatulking. Vina- og kenningamálastýrið. Johan (Dh)Al-Capone, solistur
3. Raske drenge, girnd at dræbe, det er vor lyst:
- Kvæðatulking. Kór úr Biðflokkinum
4. Hann stóð har við blokkin og spann:
v/ Helga Abra-Cadabra-sen, eykatinglimi fyri Sambandsblokkin
5. HELP
v/ Kaj Lego Johannesen, løgmálmanni
----
Armslongdar-prinsippið misskilt
Johan (Dh)Al-Capone, vinnumálaráðharri, hevur boðað frá, at hann ætlar sær at stýra Atlantsflogi sum sítt egna “business”, hóast privatir partaeigarar, sum eiga ein triðing av felagnum, higartil hava havt ein nevndarlim í nevndini.
Í tí sambandi hevur Barnið Djurholm, fyrrverandi vinnumálaráðharri, boðað frá, at hetta er brot á eitt lyfti, sum varð givið privatu partaeigarunum í sambandi við einskiljingina. Lyftið var, at tað sonevnda “armslongdar-prinsippið” skuldi galda. Altso, at landið skuldi halda seg frá at stýra felagnum politiskt.
Men Skrøggið er nú komið eftir, at ein røð av politikarum hava misskilt hetta hugtakið um armslongd – og at tað helst er orsøkin til eina rúgvu av trupulleikunum, ið standast av føroyskum politikki í dag:
Langfing Fjalsberg og Nørdginn Nubblasen, Dólgaflokkurin:
- Armslongdar-prinsippið? Ja, tað merkir, at Dólgaflokkurin skal hava armarnar niðri í teimum almennu kassunum, sum vit koma framat!
Johan (Dh)Al-Capone, egnan-vinningsmálaráðharri fyri Sambandsblokkin:
- Armslongdar-prinsippið? Ojøsssu, jøssu navn, hvat feilar tygon? Tað betýðir jú tað, at jé skal snara armonon aftør um ryggjon á teimøn, sum ikkje makka rætt, tá jé sigi tað!
Hill-Billy Justinussen og Torpedo Snakkobsen, eysturoyartingmenn úr Runavík og innan av Glyvrum fyri ávíkavist Biðflokkin og Showveldi:
- Armslongdar-prinsippið? Tað merkir, at tað eru vit innan av eystara armi á Skálafjørðinum sum skulu gera av, hvar vegastubbar og asfalt skulu leggjast í Føroyum!
Don Juannesen, krúnprinsur í Det Kongelige Socialdemokrati for så vidt angår Færøerne:
- Armslongdar-prinsippið? Tað er nakað, sum vit hava funnið uppá í Javnarablokkinum! Tað merkir, at eg skal hava rætt at sita á arminum á Móðanesi Neidesgaard – og ikki Helena, ná! Og forrestin: Tað er ikki Johan (Dh)Al-Capone, sum eigur Atlantsflog. Tað ger Móðanes, tí tað hevur hann sjálvur sagt, ná!
Løgni Hov-hovdal, forstýraður í Showveldinum:
- Armslongdar-prinsippið? Tað havi eg eitt greitt og klokkuklárt og sakligt og væl grundað svar uppá! Tað merkir, at eg siti við arminum uppi undir nøsini og spekuleri, tá øll hini eru so órein og ósaklig móti mær og Showveldinum!
Kaj Lego Johannesen, løgmálmavir fyri Sambandsblokkin og eisine øll hine, ha?
- Armslongdar-prinsippið? Hevir tað ikki okkurt við EU at gera? Eg haldi, at eg vil siga tað herbeintnarher, at vit øll eru samd og vilja bidraga positivt til at seta eina kommisón og gera eitt kommisorium, har vit vilja kanna fyrimunirnir og vansirnir við hasum armslongdar-prinsippinum, ha? Vit hava onki tabu í hesi samgonguni her, ha? Tað er ein vinnarasak, ha? Og virðisøking, ha? Og tey gomle og tey ungje, ha?
Jacob Pressegaard, vanstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Dólgaflokkin:
- Armslongdar-prinsippið? Jé gangi út frá, at tað er tað nýggja prinsippið fyri at rokna veiðiorke út fyri fiskifør, tá mann skal flyta loyvir millum vinir og kenningar. Vit brúkte jú fyrr kvadratrótina av longd ganga breidd, ganga djúpd, á skipunum. Nú kunne vit tildømos brúka longdina á arminum á skiparanum ganga við breiddina hjá konu hansara og dividera við úrslitinum av V4-dráttinum ta vikuna, sum umsóknin varð send. Tað haldi jé vera skilagott og rættvíst!
Dári Lost, forvirraður í Sjálvforstýrisflokkinum:
- Armslongdar-prinsippið? Er tað ikki okkurt við, hvussu langt postkassarnir skulu standa frá vegnum og upp frá gøtuni, so postmenninir og -kvinnurnar skulu røkka upp?
Ein Dario Jo ((Jo)annes & (Jo)hn) farsa.
Hesin sekvensurin er úr einum størri leikriti, sum var skrivað nakað eftir tiltiknu lásagøluna í Tinganesi. Jóannes løgmaður hevði fingið ein álvarsligan image-trupulleika í fólkinum, sum ikki kundi finna seg í, at oddviti teirra var innbrotstjóvur. Fyri at koma sær burturúr slíkum ólíkindum, plaga spunasmiðir at vera hentir at heita á. Javnaðarflokkurin kallaði alt sítt søta krem og fløkta litbrigdi av missiónsmonnum og gomlum stalinistum til ráðleggingar á skrivstovu løgmans, á aðru hædd í Skansapakkhúsinum, við svalandi útsýninum yvir vágirnar báðar í høvuðsstaðnum. Teir konsekvensberoknaðu og hugsaðu djúpt inn í framtíðina. Ta einu løtuna fóru Bergur Dam og Gerhard Lognberg í einrúm saman, djúpt hyggjandi inn í eyguni á hvørøðrum, fyri at fáa sum mestu synergi-effektina burturúr, uttan at vera órógvaðir av gemena tosinum hjá hinum. Masterplanurin gjørdist, at samstarvið við Tjóðveldi skuldi slítast umgangandi, samgonga skuldi fáast í lag við Jørgen og Kvaj Leo, og samstundis skuldu hesir báðir binda seg til at ganga ímóti einum kanningarstjóra, sum ikki kundi koma til aðra niðurstøðu, enn at Jóannes hevði borið seg at sum ein politiskur gangstari í lásamálinum. Takið varð, at fáa Høgna í andstøðu, harvið var hann avvápnaður í almenna rúminum, meðan Jóannes framhaldandi, sum løgmaður, kundi vera hin leskiligi heimastýrisoddvitin, sum fólkið elskaði, tað ráddi bara um at fáa fjølmiðlarnar at spyrja røttu spurningarnar, til tað hevur mann eisini spunasmiðir. Eitt politiskt skammlop varð tó orsøkin til, at Jóannes ikki varð løgmaður í nýggju ABC-samgonguni, hóast hetta væntaðu spunasmiðirnir, at næsta veljarakanningin fór at reinsa Jóannes og geva Høgna ein ordiligan bakkaloara. Hóast alt mátti tignin í fíggjarmálaráðnum vigað nakað væl. Sum øll vita, hendi tað øvuta. Tá fór fram hesin leikur úti í Albert Hall, har kongurin og krúnprinsurin, Jóannes og John, hittust á avgerandi taktikkfundi. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at báðir vóru í hvítum undirbuksum, hvítari undirtroyggju, hvítum sokkum við ljósareyðari rond um øklarnar, vælbustaðum svartaskóm við lissum, hvítari skjúrtu við mansjettknappum, svørtum habitti og reyðum slipsi. John var í bláum slipsi tá hann kom út á Argir, men skifti um við eitt reytt, sum lá í innara lummanum, tá hann varnaðist, at hann hevði forroknað seg við litinum hjá Jóannesi, eitt rættiliga óvanligt tildragilsi annars, at teir fara so skeivir av hvørøðrum. Tá John hevði fest sær í eina Prince og Jóannes hevði kykað í pípuhøvdinum løgdu teir frá verbala landinum:
Jóannes: ”Tú John, ogor mega gera okkurt fyri at fáa mítt trúvirðið uppá eitt hegri niveau.”
John: ”Jep, bossurin, vit hava ein trupulleika, og eg havi lagt til merkis, har sum eg dagliga ferðist, at tað serliga er títt trúvirði, sum nú skravar botnin.”
Jóannes: ”For heitasta, ger so eitthvørt við tað John, tú plagar at duga hetta við spinni, je meini, at kasta torvmold í eyguni á fólki.”
John: ”Luddi góði, áh, orsakað Jóannes, tann tíðin er farin, tá vit samanbóru teg við Ludvík 14., nú er Kvaj Leo Luddi, men skulu vit ikki senda fjølmiðlunum eitt tíðindaskriv, kongur mín?”
Jóannes: ”Eitt tíðindaskriv? Um hvat?”
John: ”Eitt tíðindaskriv, har tú boðar fólki tínum frá, at tú onga orsøk heldur vera til, at tú sendir eitt tíðindaskriv út, kongur mín.”
Jóannes: ”Áh Jesus, krúnprinsurin, tað havi je gjørt so oftani nú, uppí saman aftur. Tað er júst tað, sum er vorðið ein partur av mínum trupulleika, góði, at je ongan boðskap havi eftir at fráboða fólki mínum. Je kenni mje skralltóman í løtuni, tí konsulteri je nú mín politiska arving, skilur tú ikki tað, mín snøggi krúnprinsur? Í tungum løtum er tað tó hugkveikjandi, at ogor báðir kunna spegla ogum í hvørjum øðrum, je hugsi um dressið.”
Báðir hugsa nú í tøgnini so djúpt, at spungur daga fram í pannuni og undir hárbotninum.
John: ”Kunnu vit ikki bara senda eitt tíðindaskriv út um okkurt heilt annað, enn hatta forbannaða lásamálið, landsins fíggjaroddviti eigur sum ein svisk, at kunna fáa trúvirðið aftur við at flyta focus, ella, hvat heldur tú mentor mín?”
Jóannes: ”Okkurt heilt annað? Annað hvat?”
John: ”Okkurt um ES, kongur mín.”
Jóannes: ”ES er ein taparasak, góði mín. Óviðkomandi piss, sum marginaliseraðir sambandsmenn, sum Edmund og Magni, tvætla um í tíð og ótíð. At fara í kapping við teirra tíðindaskriv, um handan forbannaða kapitalistaklubban ES, er skilaleyst, ogor fara í rotturnar av tí. Ogor enda niðri í politisku triðju división, fara ogor at kappast við tveir sambandsmenn, sum eru settir uttanfyri alla ávirkan í teirra egna flokki. Ogor steindoyggja, fara ogor uppí hasi akademisku øvilsini hjá Magna og Høgna um Europapolitikkin. Je haldi annars við Magna, je tori bara ikki at siga tað, og tað mást tú heldur ikki. Sum tú veit, Javnaðarflokkurin hevur higartil liva av, onga meining at hava um prinsippir, ideologiir og stórmál. Tað mega ogra veljarar fyri Guðs skyld ikki fáa at vita. John, annars haldi je, at tú burdi tosað meira við suðuroyardialekt, flokkurin skal til eina og hvørja tíð endurspegla væleydnaðu socialdemokratisku kommununa á Tvøroyri, veitst tú. Tað er einasta finishið sum er eftir, annars er tú so at siga grýtuklárur til formanspostin, nú kongurin er mettur av politiskum døgum og er farin at møðast av hesum turbolenta lívinum.”
John: &nb