Hvussu kann ein kenna seg sum føroying tá ein verður noktaður so nógv sum føroyingur?
Eg skuldi velja eitt hjartamál í teiginum niðanfyri, men síðan kenslurnar eru eins sterkar fyri øllum teimum nevndu, varð eg noyddur at smekka til. "Okkara samleiki" bleiv tað so, men tað kundi eins lættliga verði eitt av hinum.
Eg dugi væl at skilja tryggleikan við Sambandinum, men hóast vit eru fíggjarliga tryggjaði í allar ævir, meir ella minnið, so er tankin um at vit hanga uppi í einum landi, sum onki kennir til okkum, ræðandi fyri at siga tað lættliga. Vildi eisini gitt, at allarflestu danskarirnir eiheldur leggja nakað í at hava okkum hjá sær, burtursæð frá tá tey einaferð vitjað og síggja hvussu vit hava tað og so sjálvandi ráðu náttúrina.
Eg tosaði einaferð við ein danskara, ið var og vitjaði mína familju á Sandi, ið spurdi meg um loysing ella samband. Tá eg segði at eg vildi hava loysing, øtaðist hann við og royndi at fáa meg at broyta meining og tá tað ikki eydnaðist, endaði hann bert setningin við at siga at hann ikki vónaði at Føroyar fingu loysing, tí her høvdu danskarir eitt stað, ið kundi samanlíknast við Paradís á jørð.
Sjálvt um eg sjálvandi varð errin av at útlendingar dámdu okkara oyggjar, fekk eg ikki latið verða við at hugsa um meiningina, ið lá aftanfyri hansara orð. Í grundini vildi hann bara hava nakað við okkum at gera, tí vit vóru estetisk vøkur.
Hóast hann neyvan meinti hetta negativt, so kundi eg ikki annað enn verða knottin yvir hesa yvirlegnu eygleiðingina av einum heilum fólkaslagið. Vit hava nógv meir at bjóða uppá enn fjøllini, mjørkan og náttúrina, sum heild. Fólkini í Føroyum eru ein risastórur partur av okkara samleika, men um fólkið kennir seg sum verandi partvísur danskari, so kann eg ikki siga annað enn, at Sambandi hevur gjørt Føroyum og føroyingum eina ordans bjarnatænastu ígjøgnum árini. Vit eru fíggjarliga væl fyri, partvís orsaka av donskum pengum, men verða noktaði at representerað Føroyar fyri nøkrum øðrum enn okkum sjálvum. Um vit royna at umboða Føroyar í altjóða høpi, verða vit oftast biðin um at "tiga" ella fornoktað okkara sanna samleika og nýta danskt flagg.
Føroyingar verða markaðir við Dannebrog. Hvussu langt úti er ikki tað?
08-10-2007
Hanus