Persónligt frælsi

Hvør føroyingur hevur ikki bert ábyrgd av sær sjálvum og sínum, men hevur ábyrgd av vælferð, trivnaði og javnrættind-um hjá næstanum, øllum føroyingum, samfelagnum og heimsins tjóðum. Ikki bert hjá núverandi ættarliðum, men eisini hjá teimum, sum koma.

Okkara frælsi er treytað av frælsinum hjá næstanum. Hugburðurin um, at eins deyð er annans breyð, leiðir at enda øll út í ófrælsi.